Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD Group: Rasmus Seebach framførdi fyrstu ferð í Føroyum í 2010, tá somu fyriskiparir sum eru handan Tórsfest, fingu hann til Føroya í náttklubbin Rex. Ongantíð áður hevur bíðirøðin í Rex verið so long sum júst tá og vórðu atgongumerkini rivin vekk innan 5 minuttir. 

Nú hava teir aftur fingið hann til Føroya og hesuferð til Tórsfest! 

Sangarin, sangskrivarin og produsarin Rasmus Seebach er ein av størstu stjørnunum í Danmark og hevur við sínum seks plátum uppbygt sær ein stóran fjepparaskarða. Síðan 2009, tá hann útgav sítt fyrsta lag ‘Engel’, hevur Rasmus vunnið fleiri virðislønir og hava sangir hansara óteljandi ferðir verið ovast á hittlistunum í Danmark.  

Mest kendur er hann fyri sínar serligu live framførslur, har hann leggur nógv fyri, at hava eitt gott samband við áskoðarafjøldina. Vanligt er eisini, at áskoðarafjøldin kennir sangir hansara og kunnu vit nevna løg sum ‘Olivia’, ‘Lidt i fem’, ‘Natteravn’, ‘I mine øjne’ og ikki minst ‘Øde Ø’, ið øll hava verið risastór hitt og væntandi fara at runga í Havnar gøtum 26.juli 2024 tá rimmar konsertdagurin verður á skrá.  

Tórsfest 2024 í samstarvi við Red Bull, hvonn, Føroya Tele, OY, effo, Burger King, betri og Atlantic Airways. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo