40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Størri og størri eftirspurningur er eftir námsfrøðingum í fólkaskúlanum. Her er talan um ein tørv bæði sum stuðlar hjá einstøkum næmingum og í serstovum. Vit vita, at ynski eru um fleiri tilboð runt um í landinum. Vís mær ein skúla, ið nú kundi verið námsfrøðingin fyri uttan.

Fyri okkum námsfrøðingar er tað ein sjálvfylgja, at brúk er fyri námsfrøðiligu fakførleikunum í fólkaskúlanum – tí námsfrøðingurin er serliga væl egnaður til at hugsa sosiala menning og lærutilgongdir inn í gerandisdagin hjá barninum ella næminginum.

Avbjóðingin er tó, at Undirvísingarstýrið, almenni arbeiðsgevarin, velur at størvini bert eru parttíð. Hetta merkir, at lønin eisini verður hareftir – niðursett. Hetta hendir samstundis sum námsfrøðingarnir fáa størri leiklut í at fáa gerandisdagin hjá næmingunum at hanga saman.

Landsstýrismaðurin, Jenis av Rana hevur svarað einum fyrispurningi á Løgtingi (sí her), har spurt verður millum annað um landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri, at til ber at fáa ein fullan arbeiðsbrøk – og svarið er greitt nei. Ongar ætlanir eru um tað.

Vit standa spyrjandi. Kann tað almenna í fullum álvara seta eina rúgvu av parttíðarstørvum á stovn og fasthalda ein starvsfólkabólk í niðursettum lønarbrøki.

Fólkaskúlin hevur verið eitt lokkandi starvsøki, men spurningurin er, um tað framhaldandi verður tað. Kappingin er stór og tað er eftirspurningurin eisini. Okkara ráð til landsstýrismannin er at skipað fyri, at námsfrøðingar innan fólkaskúlanum fáa fulla starvssetan. Tað er týðuligt, at tørvurin er har.

JÓGVAN PHILBROW
formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo