Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið hevur í longri tíð verið javnt vaksandi, men stórur munur er á økjunum kring landið. 

Samanborið við 1. juli 2013 er fólkatalið vaksið í øllum økjum uttan Sandoyar- og Suðuroyar øki.

Størsti vøksturin hevur verið í Suðurstreymoyar- og Eysturoyar øki við 17-18%, síðani í Vága-, Norðoya- og Norðstreymoyar øki við 7-12%. So gott sum ongin broyting hevur verið í Sandoyar- og Suðuroyar øki. Prosentvísa gongdin síðan 2013 sæst í myndini niðanfyri.

Vøksturin størstur í størstu kommununum
Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar og Vestmanna kommunu. Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Klaksvík, Argjum, Saltangará og á Toftum. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juli 2022 og 2023.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo