40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Tann 1. februar í ár var fólkatalið 53.022. Tað er vaksið við 798 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør.

Hetta er eitt lítið sindur lakari vøkstur enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði, tá vøksturin var 1,7%.

Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes, Tvøroyrar og Vágs kommunum.

Merkisvert er við lutfalsliga stórum fólkavøkstri í Sandoy og nú eisini í Suðuroy.

Hinvegin er vøksturin uppstøðgaður í Vágum.

Fólkavøksturin er viknaður eitt lítið vet síðsta árið. Hann var síðsta 12-mánaðarskeiðið 798 fólk, samanborið við 877 undanfarna 12-mánaðarskeiðið. 

Munurin stendst av, at nettotilflytingin var 131 fólk færri, men hinvegin var burðaravlopið 52 fólk fleiri. Hetta sæst í talvuni niðanfyri.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo