40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fleiri vendingar verða nýttar, fyri at siga sína meining, men hvussu nógv siga tær í veruleikanum?

Eg minnst úr rúgvuni: Tá fiskivinnan fór at mennast, menn kundu tjena pengar, og harvið vórðu loystir frá at tæna bóndunum runt bygdirnar, so leitaðu teir hagar, møguleikarnir vóru. Besta staðið var tá Tvøroyri.

Men høvuðsstovnurin av nýbyggjarunum vóru fæloysingar. Tá vinnan sveik, vóru góð ráð dýr, ongin jørð. Neyðin fyrst í tríatiárunum.

Teir høvdu tó ein dugnaligan mann, Petur Mohr Dam, lærara. Hesin setti seg á odda fyri fæloysingunum. Kundu Thomsen og Mortensen ikki halda hjólunum gangandi, so varð leitað til donsku stjórnina við Stavning á odda um fíggjarhjálp, og tað fingu teir, og samstundis varð Javnaðarflokkurin stovnaður.

Sokallaða Ísvirkið varð stovnað, bátar vórðu keyptir til at bera framleiðsluna, eins og trolarar, best kendur Leivur Øssurson og AT.

Men hesir máttu tó liva undir somu umstøðum og treytum, sum hjá virkjunum hjá Thomsen og Mortensen og ikki kláraðu, og tí var virkistíðin góð, men kendi sín endabrest!

Ongin átti eginpening at seta til!

Eg átti ein pápa, ið var rættuliga vísur. Hann átti ikki góðs og garðar, men hann gav mær mangt og hvat gott við á lívsleiðini. So segði hann: Tú fært mangt og gott at vita og mong góð ráð, men minst til altíð at kanna sjálvur, um hesi eru ærlig og nyttug. Hugsa sjálvur!

Hesi ráð fylgja mær higartil, og tey eru neyðug hvønn dag!

Hugsast kann hjá øðrum, at eg nýti hetta til at eftirkanna øðrvísi hugsandi partapolitiskt, men eg eri eins kritiskur við míni "egnu".

Fólksins ogn, hvør er hon?
Hjá mær kann bert vera talan um landið, jørðina og tað, sum finst í henni-olja v.m. T.v.s nakað, sum er ítøkiligt.

Fiskur í fríða havinum er ikki í tann mun ítøkiligur. Kann hann skrásetast sum "fólksins ogn"? Nei!

Men tað er nokk so hugvekjandi:

Eg eigi ein minni bát, kostaði mær Kr. 20.000 fyri at fáa fiskiloyvi. Hugsaði um at veiða fyri útreiðslur: trygging, teymagjald , og vanligt viðlíkahald, skal gjalda kr. 500 um árið fyri fiskiloyvi, men ringu veðurlíkindi gera, at báturin liggur í frið. Missi helst fiskiloyvi, fylli skjótt 80 ár! Stuttlig lóggáva!

Samstundis hoyri eg í útvarpi, at tað er stórur trupulleiki av teimum, ið spenna seg út, leggja kropp og sál til at vinna okkara rætt til fiskakvotu og vinna rundan um okkum.

Gerst onkur ríkur av at fiska hesar kvotur?

Nú eru míni ár so mong, at eg geri onga nyttu og vinni onki, men var eg í betri árum, so leitaði eg hagar, vinningur var at fáa!

Tíðirnar eru sjálvsagt nógv broyttar. Eg minnist vinmann úr Froðba siga mær:

"Eg var elstur av brøðrum. Faðir deyður. Vit áttu eitt sindur av jørð, men eg sum elstur mátti stríðast fyri hoyggj til kúnna v.m.

Á fundi á Tvøoyri hjá nýggju rørsluni var fráboðað:

Ein og hvør, sum eigur ein gyllin er okkara fíggindi!

Hagar fór eg ikki aftur!

Eyðun Mohr Viderø

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo