40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kristiliga Tíðindatænastan: Í meira enn 25 ár hevur Dansk-Rumenska missiónin, Rescue Mission, rikið evangeliskt missiónsarbeiði í fleiri Rumenskum fongslum.

Føroyingar hava partvís verið við í hesum arbeiði, og ígjøgnum mong ár hava føroyingar stuðla arbeiðinum fíggjarliga við at flyta fastar peningagávur inn á føroyska bankkontu, sum er til hetta arbeiði  burturav.

Kristiliga Tíðindatænastan fær regluliga tíðindabræv frá donsku deildini hjá Rescue Mission í Kolding í Danmark. Í seinasta tíðindabrævinum verður boðað frá regluligu peningainnsavningini til jólapakkar til fongslini, og aftur í ár verður peningur savnaður inn til hetta endamál.

Í tíðindabrævinum stendur, at projektið í ár er upp á 60.000 krónur og at higartil eru gott 30.000 krónur innsavnaðar. Projektið fevnir um 1000 fangar, sum skula hava jólapakkar í ár.

Eisini upplýsir Rescue Mission í brævinum, at tað er ein serligur tørvur fyri jólapakkum í ár, tí fangarnir fáa ikki vitjan av familjuni vegna Covid 19.

At geva fangum jólapakkar hevur verið ein afturvendandi uppliving fyri fangarnar tey nógvu seinastu árini. Føroyingar hava eisini verið við til at býtt út jólapakkar í fongslunum.

Kristiliga Tíðindasendingin kann upplýsa, at 15.000 krónur eru fluttar í hesi vikuni av nevndu kontu til stuðul til jólapakkar til fangar í Rumenskum fongslum. Um onkur er, sum ynskir at vera við at stuðla fíggjarliga, er ein vælkomin at flyta stuðul inn á kontu í Betri Banka 9181 – 1512066.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo