40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fróðskaparsetrið: Í januar 2020, beint áðrenn koronukreppuna, var stór altjóða ráðstevna í Føroyum við 250 luttakarum umboðandi fimm heimspartar. Hetta var triðja heimsráðstevnan fyri altjóða samstakinum “Football is Medicine” (FIM), sum Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og Peter Krustrup, professari á SDU standa á odda fyri.

M.a. luttóku umboð fyri heimsheilsustovnin, WHO, á ráðstevnuni í Føroyum, og síðani hevur tætt samaband verið ímillum FIM og WHO.

Ráðstevan í 2021, sum skuldi vera í Liverpool, varð avlýst vegna koronustøðuna, og nú eru tríggjar nýggjar ráðstevnur settar á skránna, sum FIM og WHO fara at samstarva um.

Fyrsta ráðstevnan verður í Doha í Katar 4.-6. oktober í ár, har heilsumálaráðið í Katar er vertur. Hetta er beint undan HM-kappina í fótbólti, tí ætlanin er at brúka eina av heimsins størstu ítróttastevnum og miðlahendingum til at varpa ljós á kropsliga rørslu fyri heilsu og vælveru hjá børnum, vaksnum og sjúklingum.

Síðani vera FIM-2023- og 2024-ráðstevnurnar í ávikavist Atlanta, USA og Firenze, Italia.

- At WHO velur júst okkara gransking og okkara mongu granskingargrundaðu ítróttakonsept sum ítøkilig amboð at fremja fólkaheilsu altjóða, og at tey m.a. vilja brúka hesi fyri at røkka strategimálunum, tá tað ræður um kropsliga rørslu fram móti 2030, er enn ein staðfesting av, hvussu langt vit eru komin við okkara gransking í FIM-samtakinum, sigur Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya.

- Hetta er úrslitið av áralongum arbeiði runt um í øllum heiminum, og Føroyar og Fróðskaparsetrið eiga eisini ein avgerandi lut í hesum. Vit hava útgivið meira enn 300 vísindaligar greinar á hesum økinum, íroknað fleiri meta-analysugreinar í sterkum tíðarritum, og vit hava framt granskingar- og implementeringsverkætlanir í fleiri heimspørtum seinastu 20 árini, umframt at vit hava ment fleiri burðardygg rørslukonsept. Nú hava vit tikið enn eitt risafet móti globalari eksponering við einum formligum og javnbjóðis samstarvi við heimsheilsustovnin, og hetta gleðast vit sjálvandi um, sigur Magni Mohr.

Nevnast kann eisini, at í vár var stórt sjónvarpslið frá BBC í Føroyum fyri at gera eina dokumentarsending um eina av føroysku FIM-verkætlanunum, sum eisini lýsir altjóða áhugan fyri hesi slóðbrótandi granskingini á Setrinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo