Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sjálvt um eg eri heilhugaður demokratur, dugi eg ikki at forstanda hvørki Sjúrða Skaale ella nógvar aðrar korona-viðmerkjarar beint NÚ.

 

Vit berjast jú slett ikki móti einum politiskum fígginda, men vit eru kortini í kríggi, sum Macron presidentur sigur, og Tá er ikki tíð ella ráð til smáligan partapolitikk.

 

Tá er undantaksstøða, so Tá skal handlast, og Tá er demokratiið alt for roksut, ineffektivt og tíðar-krevjandi.

 

So MÁ man eitt stutt skifti suspendera fólkastýrið, og næstan innføra maritima støðu við bara EINUM skipara á brúnni.

 

Tann skiparin hevur ikki tíð til at konferera við hvønn dekksmatros, áðrenn hann setir sina kós.

 

So einfalt er tað.

 

Man má og noyðist at respektera tær avgerðir, sum sakkønir autoritetir taka, hvis upplatingin skal lukkast.

 

So skjótt sum hesin heilt exceptionelli kríggsvandin er av, sleppa øll aftur at debattera og kværulera, sum okkara demokratiski rættur er.

 

Men tað er IKKI tiðin til sundurlyndi beint NÚ.

 

Støðan krevur fylking og samlyndi.

 

So akkurát NÚ er Bárður skipari við serkønum ekspertum sum ráðgevarum á brúnni, og ØLL onnur eru bara dekksdreingir, sum mugu akta.

 

Virgar T Dalsgaard

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo