Starvsmannafelagið: Tað er semja millum forfólkini fyri seks av teimum størru fakfeløgnunum í Føroyum, sum mynda Fakfelagssamstarvið, at samstarvið millum feløgini eigur at vera styrkt enn meira. Her verður serliga hugsað um at skipa seg í eitt meginfelag, ið skal virka sum eitt felags talurør fyri feløgini.
Somuleiðis at eitt slíkt felag kann átaka sær uppgávur, sum viðkoma øllum feløgunum. Uppgávur, sum hvør sær kunnu vera ov stórar og kostnaðarmiklar hjá hvørjum einstøkum felagi at fara undir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo