Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Formansskapurin í Løgtinginum hevur verið vertur fyri vitjan frá Formansskapinum í Fólkatinginum.

Formansskapirnir hittast árliga, aðru hvørja ferð í ávikavist Føroyum og í Danmark.

Í sambandi við vitjanina er fundur, har formansskapirnir umrøða viðurskifti í sambandi við tingarbeiði í báðum londunum.

Fundirnir hava verið afturvendandi síðan fyrru helvt av níti árunum, og er hetta 27. ferð, at partarnir hittast at umrøða mál av felags áhuga.

Í sambandi við vitjanina hava formansskapirnir sum vant eisini vitjað ymisk áhugaverd støð.

Týsdagin varð vitjað á nýggju løgreglustøðini í Havn, áðrenn leiðin gekk gjøgnum Eysturoyartunnilin til Fuglafjarðar, har vitjað varð hjá Fuglafjarðar kommunu, á Framherja og í nýggja skúlanum í Fuglafirði, har eitt barnakór sang so vakurt fyri gestunum.

Eftir fundin í Løgtinginum í gjár varð vitjað á radarstøðini á Sornfelli og í Varðhaldinum í Mjørkadali.

Gestirnir fóru aftur til Danmarkar í morgun.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo