Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faroedive: Leygardagin stóð Mads Bloch Kristiansen endaligu royndina í samband við útbúgving sína innan slangukaving.

Mads, sum er dani, lesur fornfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur ætlanir um at arbeiða innan fornfrøði í sjónum, tá hann er liðugur at lesa. Hetta er orsøkin hann er komin til Føroya at uppstiga sína kavaraútbúgving.

Á myndini sæst Mads fyrireika seg til eitt kav niður við Norðhavnini í Ánunum.

Danskir myndugleikar hava í hesum døgum stóran áhuga í fornlutum ið eru at finna útfyri donsku strendurnar. Serliga hava ætlanirnar um bygging av fleiri ovurstórum vindmyllulundum á sjónum skundað undir áhugan og tørvin á skikkaðum donskum fornfrøðingum, ið hava hóskandi útbúgving og førleikar at arbeiða í sjónum.

Ein sera víðfevnd fornfrøðilig verkætlan fer av bakkastokki, útfyri Aarhus, seinni í ár. Talan er um eina verkætlan, ið hevur fingið játtað nærum 100 milliónir krónur og kemur helst at taka nøkur ár at avgreiða. Fornfrøðingurin Peter Moe Astrup frá Moesgaard Museum skal standa á odda fyri verkætlanini.

Vit kunnu nevna, at Peter Moe Astrup eins og Mads, eisini hevur uppstiga kavaraútbúgving sína í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo