- Hevur nakar sæð høvdið av Ólavi kongi? Høggmyndin av slanguni við menniskjahøvdi við kongakrúnu er burtur úr Múrinum, skrivar Jóannes Patursson, kongsbóndi í Kirkjubø í eini facebookdagføring.
Høggmyndin var í vindeyganum sum er í suðurendanum á múrinum, men tað er ikki heilt greitt, nær myndin er horvin. Helst er tað tó ein av seinastu døgunum.
Hjá politinum vita tey onki um horvna høvdið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo