40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tiltakið í fjør, tá dómarar og áskoðarar funnu Føroya feitastu bilar, fekk ómetaliga góða móttøku. So nú verður tað aftur. Í fjør vann Johnny Nón við sínum svarta Dodge Magnum-djóri, og Johnny fekk eisini áskoðaravirðislønina fyri sín Chevrolet Camaro frá 1971.

Eitt ár er liðið, og nú skal slagið aftur standa á Torginum, tá SMS í nýggjari kapping sýna feitastu bilarnar í Føroyum fram.

Dómararnir eru aftur í ár Sofus, Maggi og Óli, og teir gleða seg til at síggja, hvat nýtt rørir seg har úti í føroyska bilheiminum.

Hóast dómararnir hava sína meining um, hvat ein feitur bilur er, so verður eisini møguleiki hjá vitjandi í SMS at atkvøða um Fólksins Feitasta Bil.

Spennandi verður at síggja, um nakar megnar at koppa Johnny, og heitt verður tí á allar menn og kvinnur við bensini í blóðinum um at senda inn myndir av sínum feitu bilum – nýggjum sum gomlum.

Myndirnar verða lagdar út á Facebook hjá SMS, og dómararnir velja síðani seks favorittar, ið verða sýndir fram á Torginum.

Vinaliga upplýs slag, árgang, motor, og hvørjar broytingar eru gjørdar. Og hava tit hoyrt um ella sæð onkran bil, sum tit avgjørt halda, skal við, so gevið endiliga eitt prei.

Myndir kunnu sendast inn í privatum boðum á Facebook-bólkinum hjá SMS, SMS á netinum, á e-post sms@sms.fo, ella tit kunnu ringja til marknaðardeildina í SMS, telefon nummar 341910.

Bilarnir koma á Torgið týsdagin 17. mai, og fríggjadagin 20. mai bjóðar SMS sum nakað nýtt øllum við feitum bilum á eitt biltreff við grill á parkeringsøkinum aftanfyri SMS, har øll kunnu síggja og sleva eftir feitastu bilunum, ið ikki komu á sjálva framsýningina.

Í sambandi við at Føroya feitasti bilur verður kosin, hava handlarnir ymisk tilboð til menn. Skilling, millum annað, fer at bjóða ókeypis sjónsroyndir alla vikuna. Leygardagin, tá bilarnir eru farnir av Torginum, bjóðar SMS aftur teimum, ið tora, ítróttaravbjóðingar.

Kom inn á Torgið og vel júst tann ítrottin, tú annars ongantíð fært tíð til.

Setið krossar í kalendaran og gleðið tykkum til eitt nýtt bilbrak í SMS.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo