Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Júst afturkomin av vikulangari orkesturferð í Estland, fer Føroya Klarinettorkestur at spæla burturúr konsertskránni frá ferðini leygardagin 20. august kl. 15.00 í Öström.

Orkestrið tók lut í Märjamaa Folklore Festival har fólk úr nógvum londum luttók við tónleiki, dansi, gykli og við alskyns góðum heimagjørdum at smakka. FKO spældi íalt 6 konsertir. Hæddarpunktið var vælvitjaða og sera væleydnaða konsertin í  Maria Magdalena kirkju í Rapla umframt uttandurakonsertin á  Raekoja Plats (ráðhústorgið) í Tallinn í brennandi sólskini.

- Vertir hjá orkestrinum var Rapla Muusikakool, uml. 60 km sunnanfyri Tallinn og upplivdu tey einastandandi blíðskap har. Tey høvdu fyrireika eina spennandi og fjølbroytta skrá, har minni bólkar úr orkestrinum vórðu bodnir heim privat til lokalar musikkskúlafamiljur til mat, útferðir og onnur tiltøk. Ein av familjunum bjóðaði øllum til garden/grill party og sauna. Ein ógloymandi løta!
 
- Fleiri persónlig bond vórðu knýtt  millum estarar og føringar hesar 5 dagarnar, túrurin vardi, sigur Klarinettorkestrið.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo