40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kristiliga Tíðindatænastan: Aftur í ár fara tvey flogfør úr Føroyum beinleiðis til Týsklands við ungdómi, sum skal luttaka á stóru altjóða ungdómsleguni hjá Teen-Street.

Teen-Street hevur jubileumsár í ár við tað, at legan í ár er tann 25 í røðini, sum á ein ella annan hátt verður feirað m.a. við ballónum og køkum sunnudagin 30. juli.

Í fjør var legan í Oldenburg í Norður-Týsklandi, men í ár verður hon í Suður-Týska býnum Offenburg í døgunum 27. juli til 02 august. Tað verður skift á hvørjum ári millum hesar býir.

Samlaða luttakaratalið á Teen-Street liggur umleið 4000, sum bæði umfatar tannáringar millum 13 og 17 ár, foreldur, leiðarar og eina breiða viftu av øðrum hjálparfólkum.

FØROYINGAR
Tað eru í alt 395 fólk, sum fara úr Føroyum í ár. Av hesum eru 249 tannáringar og 130 hjálparfólk, sum telja bæði foreldur, ommur, abbar og onnur vaksin fólk, sum hvør í sínum  lagi skal vera um hesi 249 ungu fólkini. 16 børn undir legualdur eru við í ferðalagnum.

Farið verður úr Føroyum við Atlants flogi hósdagin 27. juli, og tað verður flogið heimaftur mikudagin 02. august. Tað verður flogið beinleiðis millum Týskland og flogvøllin í Vágum. Flogtíðirnar kunnu síggjast inni á OM.fo

Umhvørvi er totalt alkholfrítt. Bíblian og lovsangstilbiðjanin er í miðdeplinum, og dentur verður lagdur á, at ungdómurin er undir eini jaligari ávirkan, har dygdir sum vinarlag og persónlig andalig styrki skal mennast.

Hjúnini Debs og Josh Walker, sum hava havt ábyrgd av bíbliuundirvísingini á Teen-Street í mong ár, vera eisini við í ár. Tey koma at undirvísa út frá Rómbrævinum kapitul 8, og evni verður: Unshakeble, sum á føroyskum merkir “rimmarfastur.”

Debs og Josh Walker vitjaðu í Føroyum í februar mánaða í ár, har tey talaðu fyri fullsettari ítróttarhøll í Runavík. 

FØROYINGUR LOVSANGSLEIÐARI
Sum nakað forvitnisligt og áhugavert at nevna er tað, at føroyska Toftagentan, Dania Tausen, sum er 18 ára gomul, er boðin at vera við í lovsangsbólkinum, sum skal leiða sangin undir allari leguni, m.a. í tí populera Trónurúminum. Í mai mánaða var Dania í Belgien har hon vandi við bólkinum, sum skal standa fyri lovsanginum á Teen-Street í ár.  Hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Teen-Street, at ein føroyingur er við í lovsangsbólkinum.

Dania sigur í einum skrivi á heimasíðuni hjá OM-Føroyar: “.....men so fekk eg eisini møguleikan at vera við í altjóða lovsangstoyminum á TeenStreet í ár og tað eri eg ekstremt spent uppá. Tey eru øll nøkur fantastisk menniskju og tónleikarar.”     

Um ein ynskir at koma í samband við Teen-Street ber til at vitja heimasíðuna: teenstreet.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo