40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sylvia Alicia Mikkelsen er í heita stólinum hjá Local.fo hesa vikuna. 

Sylvia kemur upprunaliga frá miðamerikanska landinum El Salvador, og flutti hon til Føroya í apríl í fjør.

Local.fo spurdi hana, hvør hennara fyrsta fatan av Føroyum var:

- Aftaná at hava verið í Íslandi í nakrar dagar, áðrenn eg kom til Føroya, so helt eg ikki, at munurin ímillum Ísland og Føroyar var so stórur. Í báðum støðum vóru høg kavaklødd fjøll, vindhart, kalt og nógv blá eygu.

- Tann næsta dagin, eg var í Føroyum, fann eg útav, at tað ikki regnar beint niður herbeint, soleiðis sum tað ger í El Salvador, men at tað regnar á skák. Eg fann eisini útav, at eg mátti skifta høghælaðu skógvarnar og sandalirnar hjá mær út við stivlar og annað, ið hóskar seg betur at ganga í herbeint, sigur Sylvia.

Sylviu dámar ógvuliga væl føroyskan mat, serliga ræstan fisk og skerpikjøt, og hevur hon nærum bara gott at bera føroyska samfelagnum.

- Tað er næstan eingin kriminalitetur her, og harumframt er útbúgvingarskipanin ógvuliga inkluderandi, sigur hon. 

Tá hon verður spurd, hvat eyðkennir ein føroying, svarar hon:

1) Føroyskir menn duga framúr væl at gera mat
2) Føroyingar eru sera vinaligir, og teir kunnu lýsa eitt rúm upp við teirra smílum
3) Føroyingum dámar sera væl kókað epli

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo