Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

List fær góða rúmd í skránni í ár. Í kvøld verður ein sera áhugaverd myndaframløga um føroyska listasøgu.

Tað er Oggi Lamhauge, listamaður og listamiðlari, sum fer at vísa myndir á stórskíggja, og hava eina søguliga gjøgnumgongd av føroyskari málningalist – og skulpturum.

Oggi sigur, at hann leggur dent á at greiða frá á einum støði, soleiðis at øll kunnu vera við og fáa nakað burturúr. Sostatt er hetta ikki eitt tiltak fyri tey fáu, men heldur fyri tann breiða skarðan.

Hetta er ein sjáldsamur møguleiki at hoyra eina samanhangandi søguliga frágreiðing um føroyska list.

Framløgan er í kvøld klokkan frá kl 19 til 21, og tað er ókeypis atgongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo