Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroyski evangeliski missiónsfelagsskapurin Atlantic Mission skipar fyri evangeliseringsferð til oynna Bømlo í Norra mánðarskifti apríl mai.

Farið verður av Havnini mánakvøldið 24. apríl við trúboðaraskipinum Juvél II, og komið verður til Bømlo hósdagin 27. apríl.

Eini 12 -14 fólk sigla við Juvél II yvir til Norra, meðan nøkur fara loftvegis nakrar dagar frammanundan at gera eitt undanarbeiði.

Steðgað verður á Bømlo í tvær vikur, og siglt verður  millum býirnar Langevåg, Moster og Urangsvåg, har almenn móttøka verður á havnalagnum á øllum trimum støðunum.

Í landi verða møtir bæði fyri børn, ung og vaksin, og gingið verður í húsini við kristiligum lesnaði. Skipið verður opið fyri vitjandi hvønn dag.

Juvél II verður aftur á Havnini mikudagin 10. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo