40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroyska Bíbliufelagið: Árligi limafundurin hjá Føroyska Bíbliufelagnum verður týskvøldið 15. mai kl. 19:30 í Kelduni í Skálabotni.

Byrjað verður við andakt og síðani er skráin sambært viðtøkum felagsins.

Aðalskrivarin greiður frá virkseminum hjá Bíbliufelagnum. 2017 var eitt søguligt ár, m.a. tí Bíbliufelagið útgav Nýggja Sáttmálan, ið er fyrsta nýggjatestamenti á gerandisføroyskum.

Greitt verður eisini frá fíggjarligu gongdini og hvørjar ætlanir Føroyska Bíbliufelagið hevur famyvir.

Teir yvir 400 limirnir fáa eisini møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum til arbeiði hjá felagnum.

Kl. 20 hevur Jógvan Fríðriksson bispur ein sera áhugaverdan fyrilestur undir heitinum “Samskiftið millum systrar og brøður”.

Møguleiki verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo