40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Áhugaverd samrøða við filmsframleiðaran Mike Day er í SundayPost har hann millum annað greiðir frá um at vinna álit ímillum føroyingar til at gera film um grindaveiðu.

Í samrøðuni greiðir Mike Day frá, at hann, ímeðan hann var í holtur við at gera upptøkurnar til grindafilmin, uppdagaði eina aðra og nógv betri søgu, hana um at allur tann siðbundni føroyski kovin var so illa dálkaður av millum annað plasti úr ídnaðarlondunum, at hann í veruleikanum í dag er óbrúkiligur.

- Skaffigreiðir úr plasti, framleiddar í Onglandi, eru at finna í maganum á føroyskum fugli, greiðir Mike Day frá í samrøðuni í SundayPost.  

Hann greiðir eisini frá, hvussu føroyingar í byrjanini vóru sera skeptiskir, tí teir hava upplivað so nógvar filmsframleiðarar sum "siga eitt og so gera nakað annað". Men tá álitið var vunnið var tað hansara uppliving, at føroyingar onki høvdu ímóti at søgan varð søgd, so leingi sum upplýsingarnar vóru rættar.

Filmur hansara "The Islands and the Whales" verður vístur 29. mars í fleiri biografum í Onglandi og eftir vísingina fer Channel 4 verturin Jon Snow at hava samrøðu við Mike Day.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo