Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Føroyski bólkurin Steso, sum áður hevur fingið nógv rós úti í heimi m.a. fyri løgini Mjørkabarn og Kav, gevur í dag nýtt sjónband og lag út.

Steso er tónlistarligi ventilurin hjá Hergeiri Staksberg, sum hevur tvær fløgur og tvey stakløg á baki. Nýggja staklagið ber heitið ‘Myndir’, og er úrslitið av einum samstarvi við fleiri spennandi tónleikarar í Føroyum og tónleikaserfrøðingar uttanlands.

Atmosferiski og dreymakendi stílurin á ’Myndir’ verður lyftir á eitt nýtt støði vid vokalum frá Rebekku Petersen, sum eisini hevur yrkt tekstin. Sjónbandalagið hevur Eyðun Müller Thomsen gjørt.

Undanfarnar útgávur hjá Steso hava fingid nógv rós í altjóda miðlum. Heimasíðan Beehy.pe, har 80 ymiskir ummælarar velja heimsins besta nýggja tónleik, varpaði serligt ljós á løgini ‘Kav’ og ‘Mjørkabarn’. ‘Mjørkabarn’ var somuleiðis millum 10 tey best umtóktu løgini á allscandinavian.com í 2015.

Nýggja lagið hevur verið undir serkønum fingrum, áðrenn tad varð útgivið. Mike Makowski, id hevur ljóðblandað ‘Myndir’, hevur verið við til at vinna 13 Grammy heiðurslønir. Eisini hevur hann arbeitt saman vid eitt nú Kanye West, Amy Winehouse og Gorillaz.

Dick Beetham, id hevur masterað lagið, hevur eisini fínari CV enn tey flestu. Hann hevur eina ørgrynnu av Grammy, Mercury og Brit Award heiðurslønum á baki og kann telja Pet Shop Boys, The Scissor Sisters og Alt-J millum sínar arbeiðsfelagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo