40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Hvussu verður ein app gjørd? Og hvussu verður eitt spæl bygt upp?

Kvøldskúlin bjóðar í vetur børnum og ungum frá 4.-10. flokki skeið í forritan. Skeiðið er ein verkstova fyri børn og ung, har tey læra grundleggjandi forritan á ein stuttligan og kveikjandi hátt. Tað er ikki neyðugt at duga at forrita frammanundan.

Talan er ikki um eitt vanligt teldukoyrikoyrt, men eitt skeið, sum skal fáa børn og ung at skilja, hvat forritan er, og hví ein telda ger, sum hon ger. Kostnaðurin er 200 krónur, og skeiðið er hvønn hósdag frá kl.16.00-18.00. Undirvíst verður fram til jóla.

Ongin próvtøka verður, og einki støðumet verður givið. Undirvísarin, Ólavur Ellefsen, fer saman við øðrum at geva frálæru og íblástur.

Tilmelding á kvoldskulin.fo og evsta freist at melda til er sunnudagin 18. september á midnátt. Talan er um skeiðsnummar 9000.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo