Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkakirkjan: Háskúlin í Nesvík skipar fyri tiltaki um fosturtøku í Auluni í Finsen mánakvøldið 21. novembur kl. 19.00 undir yvirskriftini fosturtøka og lóggáva. Hetta er annar partur í røðini av fyrilestra- og kjakkvøldum, undir heitinum Trúgv og Samfelag. Tiltakið er ókeypis og vóna vit fullsetta Aulu, so møt í góðari tíð.

Mangan verður ført fram, at okkara kjakmentan kundi verið betri og møguliga er hon hótt í hesum tíðum, har skotgravsmentanin á sosialu miðlunum er ein trygg skotgrøv. Eins og vit hoyrdu á fyrra tiltakinum um Trúgv í politikki, har lektarin Heini í Skorini nýtti heitini Strámaður og Stálmaður. At gera ein strámann, merkir at eg so at siga, kann siga, at tú sigur hvat sum helst, sum passar inní tað, sum eg vil mótsiga. Ístaðin áttu vit altíð at roynt at stálmannagera tey vit eru ósamd við, soleiðis at vit á best hugsandi hátt fata teirra meining, sum tey vilja verða fatað. Tá er grundarlag undir kjakinum, sum eisini verður meira virðiligt.

Meiningin við hesum kvøldunum er at varpa ljós á eym ella trupul evni, sum neyðugt er at viðgera til tess at betra um grundarlagið at kjaka út frá. Meiningin er ikki at koma til felags niðurstøðu, men at lýsa málið úr ymsum sjónarmiðum, til tess, at fólkið kann nema sær kunnleika, lata seg avbjóða og koma til egna niðurstøðu ella koma til eina nýggja.

Hesaferð er evnið fosturtøka og fáa vit vitjan av serlæknanum Dianu Reynstind og prestinum Jonhard Jógvanssyni. Hesi halda hvør sín stutta fyrilestur á 15 minuttir, har vit spyrja um málið út frá teirra støðu sum serkøn á økinum á hvør sín hátt.

Eftir kaffisteðgin hava vit sett trimum politikkarum stevnu, hesaferð Bill Justinussen, Sirið Stenberg og Una Rasmussen. Seinast vóru umboð úr øðrum flokkum. Ístaðin fyri eitt skjóttgangandi kjak, fáa hesi høvi til í 12 minuttir at siga sína hugsan um málið og hava vit sett teimum spurningin: Fosturtøkulógin, er hon ein avoldað sak, sum eigur at verða dagførd? Um ja, hvussu? Um nei, hví ikki?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo