40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

F.C.Trón eitur fótbóltsliðið sum er fyri kvinnur 40 ár og eldri. Tað byrjaði aftaná granskingarverkætlanina Svim og Spæl teg til betri heilsu fyri 5 árum síðani, og er í hesum døgum á venjingarlegu í Edinburgh.

Í tí sambandi spældu F.C.Trón ein vinadyst ímóti Edinburgh felagnum the Amazing Gracies leygardagin.

Amazing Gracies byrjaði fyri okkurt um 20 árum síðani, og er eitt lið, ið rúmar øllum kvinnuligum leikarum, sum vilja sparka fótbólt. Støðið er ymiskt ungar og eldri, vandar og óvandar. Liðini vóru sera jøvn, og var dysturin óføra spennandi, frættist úr Edinburgh.

FC Trón legði seg á odda aftaná uml 20 minuttir, og var tað eisini støðan í hálvleikinum. Amazing Gracies javnaðu skjótt í 2. Hálvleiki, og nú óttaðust Trónirnar, at vertsliðið fór at avgera dystin. Men ikki tók tað langa tíð, so vóru gestirnir aftur uppá spæl, og komu framum til 2-1.

Sjey minuttir áðrenn dystarlok javnaðu vertirnir til 2-2. Bæði liðini stríddust og áskoðararnir róptu og stuðlaðu. Tveir minuttir áðrenn dystarlok eydnaðist F.C.Trón at avgera dystin sum sostatt endaði 3-2.

Hetta er fyrstu ferð at liðini møtast, og varð avgjørt at taka ein dyst heima í Føroyum um eitt ár ella so.

Amazing Gracies hava ferðast til fleiri kappingar uttanlands, so tann táttin fara FC Trón at kanna. Hetta hevur samanumtikið verið ein stuttlig og spennandi ferð, frættist.

Leiðin gongur heimaftur úr Skotlandi mánadagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo