40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fótbóltsskúlin í Havn verður í døgunum 24. og 25. juni - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fótbóltsskúlin í Havn verður í døgunum 24. og 25. juni - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fótbóltsskúlin í Havn verður í døgunum 24. og 25. juni - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Eftir ætlan vera fýra ella fimm fótbóltsskúlar, fyriskipaðir av FSF og feløgunum, á skránni í summar.

Í øllum føri er greitt, at Fótbóltsskúlin hjá HB verður í Havn fríggjadagin 24. og leygardagin 25. juni, og at Fótbóltsskúlin hjá 07 Vestur verður á Dungasandi í Sørvági vikuskiftið 12. og 13. august.

Fótbóltsskúlin er ætlaður børnum, bæði gentum og dreingjum, sum eru fødd í 2007 til 2015. Kostnaðurin fyri at luttaka er 450 krónur. Tá er venjing, matur, t-troyggja, vatndunkur og ein bóltur íroknað, sum verður latin luttakarunum.

Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á FSF.fo. Freistin at boða frá luttøku til Fótbóltsskúlan hjá HB er týsdagin 21. juni, og til Fótbóltsskúlan hjá 07 Vestur er tilmeldingarfreistin týsdagin 9. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo