40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við, eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, gjørt okkum livandi við Kristusi – av náði eru tit frelst! – og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi,...” Efes.2.4-6.

Tað finnast skarðar av menniskjum av øllum fólkum, ættum og tungum, sum kunnu siga Amen til hetta, og sum við Guds kraft hava upplivað at ganga frá deyða til lívið. Nøkur upplivdu hetta bókstavliga og likamliga. Bíblian hevur slíkar tekstir. Hugsa tær fyri eitt vitnimøti tað skuldi verið, um sonurin til tað Sunamittisku kvinnuna hevði sagt frá, táið hann og pápin og arbeiðsdreingirnir vóru úti á akrinum og skóru akur, og sonurin fekk sólstikk.

Tað síðsta hann minnist var ein ógvuslig, undarlig høvuðpína, og hann rópti á pápa sín ”høvd mítt, høvd mítt”. So gjørdist alt svart, og deyður varð hann borðin heim og lagdur í seingina. So, aftaná fleiri tímar, vaknar hann til lívs við einum profeti liggjandi skerðflatur á sær. Drongurin sló eyguni upp, nýsti 7 ferðir og sá beint inní eyguni á Elisa. Fyri ein vitnisburður at bera fram!

Ella um Tabita hevði vitnað ella dóttir Jairus ella sonurin til einkjuna í Nain, sum lá deyður á børuni áveg til kirkjugarðin. Jesus sá hetta, nam við børuna, talaði direkta til líkið og segði: ”Ungi maður, Eg sigi tær: Reis teg!” Tá reisti hin deyði seg og fór at tala...” Luk.7.14-15. Tað gerðast altíð góð vitnimøtir, táið tey deyðu knappliga reisast og byrja at tala. Ella Eutykus sum í Apostl.20.9. sat í vindeyganum á triðju hædd, meðan Paulus talaði. Tað síðsta hann mintist var, at predikanturin talaði leingi, og at tað var miðnátt og at hann ikki orkaði at fylgja við meir. Hann sovnaði og datt út av tí opnaða vindeyganum. Brøðurnir síggja dreingin blíva burtur í myrkrinum, og táið teir finna hann liggjandi á gøtuni, mugu teir bara konstantera, at hann er deyður. Men táið morgunin kom, og møtið var liðugt, og øll fóru til húsar, tá fór Eutykus gangandi heim, ljós livandi.

Ikki minni áhugavert hevði verið at hoyrt Lazarus vitnað. Hann sum lá ógvuliga sjúkur og bíðaði eftir at Jesus skuldi koma at grøða hann, meðan hann tók tann seinasta andadráttin og so doyði. Aftaná 4 dagar í grøvini hoyrir Lazarus eina rødd: ”Lazarus, kom út!” Hann sá einki, kundi knapt røra seg. Alt hansara likam, eygu og andlit íroknað, var væl pakkað inní líkverju og væl bundið. Fyri ein vitnisburður, táið hann sigur frá, hvussu var at verða førdur út í lívið, ljósið, til Jesus, lærisveinarnar, sínar forskrektu og samstundis lukkuligu systrar, og óðu høvuðsprestar, sum løgdu ætlanir um at drepa hann og fáa hann innaftur í grøvina. (Jóh.evang.11 og 12.)

Men vit hava ein annan deyða, tann andaliga. Og mong uppreist menniskju kunnu vitna um tað dramatisku upplivingina, sum tað var at ganga frá deyða til lív. Summi a la Lazarus, og onnur við minni dramatiskum upplivingum. Tey bara sovnaðu sum Eutykus á møtunum. Follu út fyri eina tíð og blivu síðani leidd innaftur. Men felags fyri øll er, at tey kundu aldrin havt vitnað um lívið og kraftina, um tað ikki ein og aleina var fyri Jesus Kristus og Hansara kall.

Á líkhúsinum. Lat okkum fara ein túr til tað andaliga líkhúsið og rannsaka eitt sindur. Eru tey, ið har liggja deyð, ella er tað bara tað, at tey eru down, illa fyri, sáraði, vónbrotin ella ússalig? Nýtir Bíblian ikki eitt ov yvirdrivið sterkt orð, táið hon kallar tey ”deyð”?  Kanska tey bara í løtuni, og ikki varandi, eru í óbalansu, ella kanska mentalt ørlig. Nei, tíanverri. Tað er allarhelst nógv verri. Jørðiskir læknar, við síni útbúgving vildu kanska sett slíka diagnosu, men læknin Jesus sigur at tey eru ”deyð”. Hann segði á tíðarinnar morgni við Ádam og Evu viðvíkjandi fruktini á trænum: ”Tit mugu ikki eta av henni, ei heldur nema við hana, tí so doyggja tit.” Hann segði ikki at tey skuldu blíva illa fyri ella ússalig ella órólig.

Hesir jørðisku vertsligu og theologisku læknarnir vilja mæla sína heilsuhjálp. Teir vilja standa fast uppá, at í hvørjum menniskja býr nakað gott og at hetta bert skal lokkast og viðgerðast fram í allari stillheit. Teir vilja mæla eitt program fyri at heva tín lívsstandard, sjálvrealisering, økjan av kvalitetslívið og at hugsa positivt.

Men einki av hesum kann hjálpa einum líki. Jesusar diagnosa er: uppreisnan og eitt nýtt lív!

Doktari Theolog vil siga, at tú treingir til sakramentala kraft og endurnýggjan av trúnni á barnadópin. Tey mugu fáa altarvín og keks. Vera við í Ten.sing, Alfa kursus(hetta andskræmiliga økumeniska  kursus til frelsu) ella so mugu tey endurtaka frelsisbønina, sum T.V predikanturin sigur ella kendir predikantar í Føroyum siga. Ella tað skrivaðu ”frelsisbønina” í onkrum religiøsum hefti ella magasin. Men sjálvsagt kann einki deytt menniskja endurtaka nakra bøn ella lesa eina bøn frá einum blaði!

Bíblian lærir at menniskja ikki, vegna syndafallið og tess fylgir, bara svímaði, blivu sjúk ella ússalig. Men at tað ikki eksisterar snevil til lív. Tú ert 100% eitt andaligt lík. Víst liva tey og útvikla eitt psykiskt og fysiskt lív og eginleikar, og tað er nettupp tað, ið snýtir so mong menniskju. Men andaligt eru tey atlíkavæl 100% deyð. Tað er Jesusar diagnosa! ”tú eitist at liva, men tú ert deyð.” Jóh.Opinb.3.1.

Ein planta hevur sína týpu lív, ein fuglur sítt, ein fiskur sítt og onnur djór sítt. Eingin rósa kann blíva ein løva, og eingin fiskur kann gerðast ein fuglur. Eingin apukøttur, óansæð hvussu hann so ynskir tað, kann gerðast eitt menniskja. Tað er eingin yvirgongd millum hesar skapningar. Soleiðis tú ert føddur, soleiðis verður tú verandi. Og eins og tað ikki er nøkur yvirgongd ella evolusjón millum hesar skapningar, so er tað líka við tí andaliga. Tað er totalt ómøguligt at vera eitt deytt andaligt syndarinnar menniskja til at evolusjónerast til ein nýggjan skapning í Jesusi Kristusi. Nýtt lív má skapast og tað er bara Ein, ið hetta kann gera, Jesus!

Sum eitt heiladeytt ”kálhøvd”, er eitt menniskja uttan Anda Guds. Fyri einum heiladeyðum kanst tú vísa bíløt, lesa bøkur fyri um botanikk/plantufrøði, fysikk, matematikk. Tey vilja ikki skilja nakað sum helst. Soleiðis er tað menniskja, sum er deytt í synd og misbrotum. “Men hitt náttúrliga (sálarliga) menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til: tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað,...”.1.Kor.2.14. Tú kanst undirvísa tað náttúrliga, óendurfødda menniskja í Theologi, men meiningin, Orðsins lív, vil viðkomandi aldrin skilja. Tað merkir og kennir ein, hvørja ferð ein hoyrir ein prest. Han verður sum ein programerað telda og robottur. Hann kann hava ein “harddisk” á 5000 Gigabyte, men ongan Anda Guds. Líka lítið, sum ein oksi skilur stjørnufrøði ella ein toskur skilur Ibsens drama, vil presturin skilja Guds tankar!

Hygg á líkið: Tað er deytt, kalt og stívt. Tíni góðu ráð, áminningar, kærleiki og tínar váttanir um, hvussu gott líkið vildi fingið tað, um tað stóð uppúr kistuni, hjálpir einki. Tað liggur har!

Far á kirkjugarðin: um 1000 stk av 30 tons Caterpillar koyrdu yvir grøvina, vildi tað ikki fingið líkið at rørt seg. Tú plantar vakrar rósir, vatnar og grætur í sorgini. Kavin kemur og rósurnar visna. So kemur várið, sólin hitar og rósurnar vakna aftur til lív, men ikki líkið!

Hví skrivi eg so nógv um líkið? Fyri at sláa fast, at hevur tú ikki fingið lív frá tí upprisna Jesus Kristus ert tú í somu støðu: 100% deyður! Tú kanst sum náttúrlig og sálarlig menniskju biða uttan lív, vitna uttan lív, lesa í Bíbliuni, ganga til gudstænastur, syngja í kirkjukór, vera við í lovsongskórinum. Lyfta hendurnar, klappa til taktina, fasta, halda prædikur, dríva filantropisk arbeiði og fáa medalju fyri langa og trúgva tænastu í sunnudagsskúlanum uttan at hava Heilaga Andan búgvandi í tær. Tínir sangir og tín tónleikur hevur tú lært av Jubal, son Lamek og ikki av Kong Dávid. Tíni leiðaraevnir hevur tú fingið frá Diotrefes, han sum í 3.Jóh.bræv vildi vera fyrstur, fremstur. Tín eld hevur tú lánt av Nadab og Abihu.(3.Mós.10)

Bara kallið frá Jesus kann føra teg til Hansara. Táið tað ljóðar, saman við tí kraft sum fekk Lazarus at reisa seg og ganga, so kemur tú út í ljósið uttan hjálp ella stuðul frá nøkrum. Hoyr hvat Jesus sigur: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann tími kemur – og hann er nú -  táið hini deyðu skulu hoyra rødd Guds Sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva.” Jóh.5.25. Bara hendan røddin, Orðsins rødd kann reisa tann deyða til lívs. Frelsan er ein yvirføring av lív. Hetta lívið kann bara gevast av Jesusi og tað verður borið fram gjøgnum lívsins orð útfrá Bíbliuni og yvirført til tey, ið Hann kallar við navni. Táið Hann segði “Lazarus, kom út!” tá kom Lazarus út og eingin annar. Táið Hann kallar teg við navni, so kemur tú út! Prædikumaðurin, presturin, sangirnir, sálmarnir og stemningurin kann vekja tað sálarliga. Bara Jesus kann geva Anda. “Hin seinni Ádam (Jesus) er vorðin livandigerandi Andi.” 1.Kor.15.45.

Tað vitni og tann prædikarin, sum sjálvur hevur upplivað at fingið Jesu Kristi lív gjøgnum Hansara býðandi orð, vil ongantíð bjóða deyðum menniskjum eitt dámligt, fryntligt møtiprogram. Men vegna, at nógvir prestar og prædikumenn ikki sjálvir eru føddir av nýggjum, so er vekingaratmosferan og kraftin fjara burtur.

Teir víðari føra sálarlig og kulturell program, sum teir sjálvir blivu “kristnir” í, og í hesum virksemi royna teir at “vara” og halda “lív” í nøkrum, sum aldrin hevur upplivað lívið í Andanum. So disiplinera teir gamla Ádam og læra hann at uppføra seg kristiligan, í minsta lagi á møtunum. Bara fá av teimum gomlu krympa tær og halda at hetta er ándsfátækt og tómt volapyk. Tey meiri modernaðu eru nøgd, táið tey fáa gamla Ádam at gevast við at banna, drekka og roykja hash og gloyma, at tað klára vertslig menniskju akkurát líka væl.

Tey, sum á ein mirakuløsan hátt og óforklárligt hava fingið nýtt lív í Jesusi, gerðast skjótt eitt fremmant element. Tey passa ikki ínní Alfa-kurs, tí tey undirvísast av tí íbúgvandi Anda, sum lærir tey alt. Tey eru lærd av Gudi og eru órógvandi, táið tey stilla spurningar. Tað er ikki fyri einki, at tað stendur í Jóh.evang.12.10 at høvuðsprestarnir løgdu ráð um at drepa Lazarus. Ein maður við slíkum lívi, bleiv for avdúkandi fyri teir. Fyri at fáa róð í religiøsa leirin má hann takast av døgum, og allarhelst Jesus eisini.

Í Jordan er ein býur, ið eitur Petra, og har er teirra Nekropolis, “de dødes by”. Her eru líkini jarðaði standandi, tætt í hvørt annað. Set nú fyri, at tú vart standandi í hesum “felagsskapi”, tætt standandi við onnur lík í 20 ár, og so kom Jesus og nam við teg og segði: “blív livandi!” Í hesi 20 ár, hevði tú ongantíð følt teg inniklemmaðan, ótilpass í ringari luft, uttan lív, uttan útsikt, uttan gleði ella sorg. Men í sama eygnarbragd Jesu orð ljóðaðu og Hann nam við teg við Síni lívskraft, hevði tú viljað út. Tú hevði viljað søkt fríheitina, ljósið, samfelagið við teimum livandi. Og tú hevði vent tær á og sagt: “Hvussu kundi eg vera har í 20 ár?” Og svarið vildi verið einkilt: Tí eg var deyður! Hvussu kundi eg sita í hasum politiska flokkinum í 20 ár, í hasari kirkjuni, í hasum miljø? Tí eg var deyður!

Livandi við Kristusi fyri síðani aldrin at doyggja aftur. Jesus sigur: “...vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív.”Jóh.4.14. Eigur tú hesa lívskeldu í tínum innara, hendan sum aldrin kann koma at tróta uppá vatn? Hevur tú fingið tað æviga lívið. Tað verður ikki deilt út smagsprøvar uppá tað æviga lívið, sum tú kanst royna eitt sindur, og eftir eina tíð kann kasta út aftur og síðani halda áfram sum fyrr.  Víst finnast tað sokallaðir vekingarprædikumenn, gripnir av religiøsum modernaðum marknaðarførings-instrumentum, sum siga: gev Jesus ein møguleika, royn Hann eina tíð... sjálvsagt finnist einki slíkt reklamu tilboð í Bíbliunnarskrift.

Hevur tú, gjøgnum tað ævigu útveljing, fingið lut í Jesu deyða og vorðin grivin við Honum og uppreistur saman við Honum í Hansara navni, kanst tú líka lítið sum Hann doyggja aftur. Hoyr hvat skriftin sigur: “Eru vit nú deyð við Kristusi, trúgva vit, at vit eisini skulu liva við Honum. Vit vita jú, at Kristus, eftir at vera risin upp frá hinum deyðu, doyr ikki meir; deyðin ræður ikki longur yvir Honum(døden har ikke mer noen makt over ham.)Róm.6.8-9. Og: “Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni.”Jóh.10.28.

Hallur Sørensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo