Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í eina tíð hevur verið kjakast aftur og fram um, hvat slag av lívi skal vera í miðbýnum. Nú ein sonevndur “miðbýarkjarni” er skipaður við serstakari byggisamtykt, har latið verður upp fyri tættari bygging í miðbýnum, er Tórshavnar kommuna komin eitt stig nærri síni ætlan við miðbýnum. Men hví skal nýggi býarkjarnin gerast tættari? Tað er ógreitt.

Felagið Havnar hugni setir tí hesar spurningar: Hvussu skilagóðar eru ætlanirnar í mun til trivnaðin í miðbýnum? Fyri hvønn er tættari byggjarí ein fyrimunur? Fyri hvønn er tað ein vansi? Hvør fær mest burtur úr slíkum byggjaríi? Eru tað íbúgvarnir? Ella eru tað tey við peningaáhugamálum, sum fáa mest burturúr?

Ítøkiliga hevur eitt felag, Sp/f RPM Projektmenning, søkt um byggiloyvi í gamla økinum hjá bakaríinum Frants Restorff. Talan er um tveir bygningar – ein à fimm hæddir við 34 leigumálum við parkeringskjallara og ein à fýra hæddir við 26 lestraríbúðum uttan parkeringspláss. Tilsamans 60 leigumál mitt í einum øki, sum frammanundan er tætt, og har náttarlívið ikki minst er tað lívligasta og mest larmandi í øllum landinum.

Við byggistigi á 0,9 (tað er, at man kann byggja á 90% av grundstykkinum) og nýtslustigi á 3,6 (tað er talið av fermetrum av grundstykkinum faldað við 3,6) fara privatar fyritøkur sjálvandi at útnytta økið fult út.

Tað, sum er serligt við lestraríbúðum, er, at onki lógarkrav er sambært almennu byggisamtyktini til parkeringspláss. Hetta kann felagið, sum søkir um byggiloyvi, eisini útnytta, og biður tí um at verða fevnt av bæði almennu og serstøku byggisamtyktini.

Parkeringsóskil
Verður umsóknin frá Sp/f RPM játtað, og byggjaríið av 60 íbúðum gjøgnumført, fara vit tískil at fáa ein nógv tættari miðbý við nógv øktari ferðslu og sera avmarkaðum plássi til hvønn einstakan íbúgva. Tað er ongin loyna, at lítið og onki ítøkiligt er gjørt seinastu mongu árini fyri at betra um parkeringsviðurskiftini í miðbýnum, hóast talið av bilum er nógv økt. Hetta byggjaríið afturat fer sjálvsagt at økja munandi um parkeringstrýstið í miðbýnum, sum frammanundan er sera stórt.

Hóast talan er um íbúðir til lesandi, kann væntast, at tey lesandi – eins og onnur fólk – hava bil og tørv á at parkera. Tey eru jú í einum aldri, har tey fáa børn. Og hjá barnafamiljum er ofta neyðugt at hava bil fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. Eingin ivi er tí um, at verða 60 íbúðir bygdar í hesum øki, so verður parkeringsruðuleiki – ikki minst fyri tey, sum búgva ella hava sítt vinnuliga virksemi í grannalagnum frammanundan.

Hví júst lestaríbúðir í miðbýnum?
Frammanundan hava vit Finsen, sum er til lesandi burturav. Umframt hetta hevur Tórshavnar kommuna ætlan um, at tvey stór skúlaheim skulu vera afturat í miðbýarkjarnanum: í bygninginum, har Býarbókasavnið heldur til og í hesum føri í økinum hjá Franst Restorff. Sostatt koma trý stór skúlaheim at vera innan fáar metra frástøðu frá hvørjum øðrum. Ógreitt er, hvørjar ætlanirnar eru við hesi miðsavnan av skúlaheimum mitt í hjartanum í Havnini.

Ódemokratisk avgerðargongd
Sp/f RPM sendi kommununi umsókn um byggiloyvi longu 15. september í fjør – tvs. fýra mánaðir áðrenn landsstýrið góðkendi serstøku byggisamtyktina fyri miðbýarkjarnan tann 13. januar 2023.

Men ikki fyrr enn 27. juni í ár sendi kommunan grannunum rundan um økið hjá Restorff skriv, har tað stendur, at tey hava møguleika at koma við skrivligum viðmerkingum. Sagt verður tó, at hesar kortini bert eru “vegleiðandi”. Tvs. har er eingin garantiur fyri, at grannarnir veruliga verða hoyrdir.

Freistin hjá grannunum at koma við viðmerkingum er haraftrat stutt. Fyrst var hon sett til 12. juli, men er nú longd til 31. juli, sum er í hægstu feriutíð. Við so stuttum skoðbrá og so óhentari dagfesting av freistini hava grannar snøgt sagt ikki møguleika til at seta seg ordiliga inn í viðurskiftini og til at orða eitt gjøgnumarbeitt skriv at senda aftur til kommununa.

Hvat heldur felagið Havnar hugni um ætlanirnar?
Í felagnum Havnar hugni hava vit onki ímóti nýbygging og endurnýggjan av bygningum í miðbýnum sum heild. Sjálvandi skal býurin mennast í takt við tíðini. Men júst í hesum føri eru vit í felagnum samd um, at ítøkiligu byggiætlanirnar í økinum hjá gamla Restorff ikki eru nóg væl umhugsaðar. Fleiri bygningar í økinum eru varðveitingarverdir sbrt. Tórshavnar Býaratlasi, sum kommunan gav út í 2007, og kundu verið umvældir og umskipaðir, heldur enn niðurrivnir.

Felagið Havnar hugni undrast á, at ongin kunning hevur verið frá kommununi um tankarnar handan hesa verkætlanina í miðbýnum – hvønn hetta skal vera gott fyri. Ongin grannahoyring hevur verið. Ongin tørvskanning er gjørd. Og onki verður nevnt um, hví hesar raðfestingarnar eru gjørdar í sambandi við skipanina av miðbýnum, og hví júst hendan verkætlanin skal raðfestast.

Onki stendur heldur um verkætlanina á heimasíðuni hjá kommununi, hóast hetta er ein rættiliga stór verkætlan, sum fer at gera stórt inntriv í miðbýin, og sum í stóran mun fer at ávirka tað lívið, sum er har frammanundan.

Felagið Havnar hugni heldur, at slík bygging er eitt afturstig fyri miðbýin, tí her verður slakað nógv upp á trivnaðin fyri at fáa mest møguligt burtur úr so fáum fermetrum sum gjørligt. Her verður lítið og onki andarúm, tí onki uttandura øki er sett av til íbúgvarnar í nýggja byggjarínum. Um kommunan gongur umsóknini á møti, mugu tey, sum koma at búgva í bygningunum, út á gøturnar at fáa sær ljós og fríska luft. Hugsað er heldur ikki um, at júst í hesum øki halda bæði matstovur, barrir og dansistøð til, sum skapa eitt lívligt náttarlív. Økið um hornið Tórsgøtu og Sverrisgøtu er tí avgjørt ikki væl egnað til bústaðir, har fólk helst skulu hava náttarfrið.

Felagið Havnar hugni sær eisini ein stóran trupulleika í, at parkeringspláss ikki fylgja við til øll leigumálini í byggiætlanini, tí hetta kemur at skapa óneyðugt trýst og ringar umstøður fyri tey, sum koma at búgva í bygningunum, umframt fyri tey, sum frammanundan búgva í miðbýnum og eisini fyri vinnulívið í økinum, eftirsum kundarnir hjá handlunum fáa verri umstøður at parkera.

Felagnum lysti at vitað, hvat býráðið ætlar at gera við avleiðingarnar av manglandi parkeringsmøguleikum.

Felagið Havnar hugni setir eisini spurnartekin við, um tað er rætt at brúka júst tronga miðbýin til skúlaheim, tá slíkir bygningar kunnu vera alla møguliga aðrastaðni í býnum, har tað er betri pláss.

Vit kunnu nevna Skúlaheimið í Marknagili sum dømi, har góðir parkeringsmøguleikar eru. Tað mátti eisini verið meira fyrimunarligt at bygt skúlaheim nærri skúlunum í býnum, tvs. Glasi og Fróðskaparsetrinum.

Skulu vit hava høsn í búri heldur enn í høsnarhúsum?
Ein (í hesum sambandi ónevndur) arkitektur hevur fleiri ferðir verið alment frammi og sagt, at “í miðbýinum eru ov nógv høsnarhús”. Hann heldur, at vit heldur skulu kunna byggja høgt. Við “høsnarhús” sipar hann til vanligu sethúsini í gomlu grannaløgunum í miðbýnum, har fólk í løtuni hava sítt heim og sín gerandisdag.

Við verkætlanini í økinum hjá gamla Restorff fáa vit so tað, sum hesin arkitekturin hevur eftirlýst – og væl afturat: Høg hús á 5 hæddir so trong, at pláss hvørki er sett av til uttandura øki ella til at parkera. Vit fara sostatt frá høsnarhúsum til búrhøsn. Dvølja vit eitt sindur við samanberingina, er eitt høsnarhús í roynd og veru reint “luksus” hjá høsnum, tí har hava tey pláss til at skava, meðan høsn í búri als onki pláss hava og harvið ongan trivnað.

Tað sama er galdandi fyri menniskju. Skulu vit góðtaka, at havnarborgarar verða stúvaðir so trongt saman? Tað eru menniskju – og ikki høsn, sum skulu liva og hava sín gerandisdag at hanga saman í hesum umhvørvi.

Rætti leisturin?
Havnar hugni setir spurning við, um hetta er rætti leisturin fyri ein komandi nútíðarhóskandi miðbý. Er hetta burðardygt? Er hetta tað, vit vilja við komandi miðbýarkjarnanum: At latið verður upp fyri byggjaríi uttan andarúm, uttan parkering, uttan atlit at menniskjum, uttan atlit at býarrúmum? Vit skulu minnast til, at kommunan hevur sagt seg hava ætlanir um at selja kommunalu bygningarnar í miðbýarkjarnanum. Men til hvønn? Og hví? Loysir tað nakrar trupulleikar? Hjá hvørjum? Her heldur felagið Havnar hugni, at býráðið heldur eigur at spyrja:

Hvønn miðbý vilja havnarborgarar hava? Og ikki hvønn miðbý tey, sum bara hugsa um, hvat loysir seg peningaliga, vilja hava.

Heldur enn at lata peningaáhugamál stýra øllum og kroysta so nógv leigumál sum yvirhøvur gjørligt inn í eitt sera avmarkað øki fyri, at tað skal kunna “loysa seg” fyri nøkur fá, heldur felagið Havnar hugni, at kommunan eigur at hava so mikið av virðing fyri miðbýnum og fyri teimum, sum dagliga búleikast har, at bygging eigur at verða framd skynsamiliga við atliti at burðardygd, har menniskju og – ikki minst – familjur verða sett í fokus. Tí ongin vil vera “búrhøsn” – heldur ikki tey, sum forvinna mest pengar upp á hesa verkætlanina.

Felagið Havnar hugni mælir tí kommununi frá at góðkenna umsóknina um byggiloyvi til júst hesa verkætlanina hjá felagnum Sp/f RPM, og heitir á kommununa um heldur at finna aðrar betri og burðardyggari loysnir fyri økið hjá gamla Frants Restorff – sjálvsagt í tøttum, nærdemokratiskum samráð við tey, sum búgva ella hava virksemi í grannalagnum og brúka miðbýin dagliga.

Vegna Havnar hugna,
Nevndin
30. juni 2023

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo