Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hetta er heitið á almennum fyrilestri, sum verður mikukvøldið 8. februar kl. 19.30 í Hoyvíkar kirkju í sambandi við Reformatiónsárið 2017.

Sosialu miðlarnir á døgum Luthers høvdu avgerandi týdning fyri reformatiónina. Men merkir tað, at vit ókritiskt skulu kasta okkum í føvningin á Facebook og hinum sosialu miðlunum, so at Mark Zuckerberg kann gerast ríkari, meðan lív okkara kanska gerst fátækari?

- Í øllum førum rinda vit fyri Facebook við okkara tíð.

Í fyrilestrinum fer cand. theol. & IT Jóannis Fonsdal, sóknarprestur, at lýsa bakgrundina og tilgongdina í luthersku reformatiónini. Her verður hugsað um leiklutin hjá sosialu miðlunum á døgum Luthers. Eisini verður mett um nýtsluna, týdningin og virðið av sosialu miðlunum nú.

Hetta kvøldið verður eisini høvi at brúka fartelefonina í sambandi við fyrilesturin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo