40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað er ein góð kensla at vera frælsur. Tað er ein forrættur í nøgdsemi at kenna seg frían og kunna hyggja inn í eyguni á medmenniskjunum. Tað er ein gleði at liva eitt lív í frælsi uttan at stúra fyri, hvat onnur halda og meina.

Frælsi og ábyrgd ganga hond í hond og eru tvinnað óloysiliga saman, um lívið skal vera okkum ríkt og signað.

Fatanin av hugtakinum frælsi skiftir lit alt eftir, hvørjum jørðildi vit tosa útfrá og inn í. Í sær sjálvum hevur hugtakið einki innihald, tí frælsið í bundum formi fær lit og er bundið at tí jørðildi, vit eru ein partur av.

Í gamlari grikskari fatan merkir hugtakið frælsi frítt at kunna ráða yvir sínum egna lívi, vera sjálvstøðugur og óheftur av øðrum. Mótsetningurin til frælsið er støða teirra, ið eru trælir ella undir øðrum myndugleika.

Í Nýggja Testamenti hevur hugtakið frælsi eitt heilt annað innihald. Eitt óavmarkað og óbundið frælsi finst ikki, tí fatanin av tilveruni er tvíbýtt, t.e. ein bardagi millum ljós og myrkur, rættvísi og synd, lív og deyða.

Í Nýggja Testamenti er tað gykl, um vit halda, at vit eru frí og fræls, tá ið vit kunnu gera júst tað, ið vit hava hug til. At vera frælsur er at taka ábyrgd av sær sjálvum yvir fyri Guði og menniskjum og geva medmenniskjunum gætur.

Frælsið, ið einans tekur støðið í mær sjálvum og tí, ið er mítt, kann fjøtra tilveruna, so vit gerast bundin í egnari sjálvgóðsku.

Ein av teimum berandi súlunum í trúarjáttan teirra kristnu er, at vit eru skapað og myndað av Guði í hansara egnu mynd. Lívið er ongantíð tilvild, hóast tað í løtum kennist tilvildarligt.

Longu frá gitnaði í móðurlívi og til seinasta andadrátt eru vit undir Guðs umsorgan og í hansara varðveitslu. Ja, enntá longur! Heilt inn í ævinleikan legði Guð í Jesusi ein veg til frelsu og ævigt lív í sínum himmalska ríki.

Nýggja Testamenti lærir, at menniskjan er ætlað at vera ein fríur skapningur bundin at Guði. Hesi bondini leiða okkum inn í felagsskapin við son hansara, Jesus Krist.

Frælsur er tann, ið sonurin setir í frælsi. Bondini, ið knýta okkum at Guði, ið er sannleikin og lívið, leiða okkum til eitt lív í veruligum frælsi.

Frælsið í Jesusi Kristi er størri og meira enn tað at seta seg sjálvan í miðdepilin og gera tað, ið hugur stendur til. Kortini á hondini eiga at verða spæld við medábyrgd. Trúarinnar frælsi gevur teimum kristnu møguleikan at lata nakað frá sær, ið kann verða medmenniskjunum til gagns og nyttu.

Frælsur er tann, ið sjálvboðin gevur burturav sær sjálvum og ognum sínum til treingjandi medmenniskju. Frælsið er at ofra sítt frælsi til frama fyri umsorganina fyri øðrum. At ofra frælsið ger okkum av sonnum frí at hugsa, velja og virka.

Frælsur er tann, ið ikki einans dvølur við seg og sítt. Frælsur er tann, sum er bundin at medmenniskjum sínum við kærleikans bondum. Uttan kærleika og sosialt medvit verður tann fríi møguleikin bundin at mær sjálvum. Alt, ið ikki er størri enn eg, er avmarkað, – eisini frælsið.

Tað eru nøkur bond, ið hava leinkjað meg til satt frælsi. Hesi bondini hava skapt mín samleika og tað, ið ger og myndar meg til at vera júst eg. Dugi ikki at ímynda mær, hvussu bundin og fjøtraður innaní mær sjálvum eg hevði verið, um ikki hesi bondini ella relatiónirnar vóru mín veruleiki.

Nevni sum dømi nøkur av hesum skapandi bondunum, ið gera hvønn dag til ein frían dag í frælsi, hóast dagsins setningur ikki altíð verður framdur nøktandi.

  • Bondini, ið binda meg til himmalska faðir mín og faðir Jesu Krists.

  • Bondini, ið geva mær trúarinnar frið í Jesusi Kristi.

  • Bondini til barnaheimið, faðir, móður, systkin og verforeldur.

  • Bondini til tey gomlu hjá okkum.

Mær untist í kærleika at gerast bundin til konuna við vígslu í Skála kirkju fyri 42 árum síðani. Næst Guðs náði í Kristi er hjúnalagið tað størsta, ið er hent mær. Allir dagar hava ikki verið dansur á rósum. Í myndatalu kann sigast, at lívið hevur verið løtur við sól og góðveðri. Flókarnir vitjaðu men skaptu ikki varandi myrkur.

Tað dýrasta vit eiga er kærleikin og kærleikans frukt. Tað untist okkum at føða lív, og lívið er heilagt og Guðs stóra gáva.

Ommu- og abbabørnini eru alt okkara lív, eisini tey, ið vit fingu sum gávubørn. Børnini eru ríkidømi lívsins!

Í løtum eru bondini ein kærleikans uppgáva. Takki Harranum fyri uppgávurnar, ið eru lagdar á mín veg. Tað livandi tilfeingið er tað einasta, ið vit kunnu fáa við okkum inn í Guðs æviga ríki.

Harrin gevi okkum vísdóm, gleði og styrki til uppgávurnar. Amen.

Orðið: “Tí at tit, brøður, vórðu kallaðir til frælsis; nýtið bert ikki frælsið sum høvi fyri holdið; men tænið hvør øðrum í kærleika.” (Galatabrævið 5,13).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo