Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Heimurin er vorðin myndigur. Orðini eigur hin mæti týski gudfrøðingurin Dietrich Bonhoeffer (1906-1945).

Hann sat fangi í eini eini týskari týningarlegu undir seinna heimsbardaga. Stutt áðrenn krígslok varð hann tikin av døgum. Teir ráðandi góðtóku ikki, at ein prestur átalaði tað stjórnandi stýrið, ið avrættaði fólk vegna upphav, samleika og húðarlit.

Tann týska kirkjan sveik fólkið og veik frá kristnari siðvenju at verja sakleys menniskju. Kirkjan stuðlaði harðrendari framferð ímóti jødunum og øðrum minnilutum, og hon stuðlaði Føraran. Kirkjan var partur av einum politiskum stýri, ið sáddi hatur móti fólki, ið hugsaðu øðrvísi ella vóru øðrvísi. Vegna etiska slagsíðu fór Dietrich Bonhoeffer úr ríkiskirkjuni og gjørdist prestur í játtanarkirkjuni. Av hesi orsøk misti hann øll rættindi og varð settur á svartalistan hjá teim ráðandi.

Tað etiska valið, ið er at taka krossin upp og fylgja í Jesu fótasporum, førdi til sæti í eini týningarlegu og endaði við avrætting. Valið at verja rættarstøðuna hjá menniskjum, ið vóru skapað í Guðs mynd, føddi ta hugsan, at hugsjónarligt frælsi og andsfrælsi í samanrenning føða tolsemi.

Heimurin er vorðin myndigur. Spurningurin kom sum eitt etiskt krav: Hvussu prædika vit gleðiboðskapin um Jesus í einum heimi, ið er vorðin vaksin og myndigur? Hvussu prædika vit Jesus sum Harra og frelsara fyri einum fólki, ið er vorðið partur av eini tilveru, har Guðs orð ikki hevur hægstu raðfesting?

Hvussu møta vit fólki við orðinum um Jesus í tí verðsliga samfelagnum?

Áhugaverdir spurningar, ið eru verdir at venda og endavenda til tess at finna eitt skilagott svar. At møta tí verðsliga samfelagnum við orðinum um Jesus krevur, at vit virða samfelagið og tess menniskju.

Virðingin er fyrsta fortreytin. Virðingin skapar álit. Uttan álit er frástøða ímillum boðberan og tey, ið hann skal tæna og fáa í talu.

Heimurin er vorðin myndigur. At fólksins hugsan er vorðin verðslig gevur møguleikar, ið eru gagnligir og avbjóðandi. Tað gagnliga er, at boðberin verður noyddur at klæða tann evangeliska boðskapin í ein málbúna, har einki er ein sjálvfylgja, tí tann tann kristna læran er ikki tøk. Neyðugt er at liva seg inn í støðuna og gerast ein partur av eini verðsligari eind, – í heiminum men ikki av heiminum.  Í tí verðsliga samfelagnum skulu tey kristnu vera vitni um Guðs ríki og vísa vegin til Jesus í nærleika og kærleika.

Avbjóðingin er hon, at tað er ikki nóg mikið at bera boðskapin á sama hátt, sum prædikað varð í undanfarnu øld. Málið flytur seg. Myndirnar slítast og eldast.

Vit mega tala eitt mál, ið fólkið skilir, tí tað eru alt færri, ið kenna tær myndir, ið vit tilkomnu eru von við.

Vit mega liva okkum inn í skriftina, lata okkum kveikja av Guðs anda og tora at endurgeva orð Jesu, svá tey ljóða í sær sjálvum. Sostatt er bæði talan um málsliga nýhugsan, samstundis sum hildið verður fast við skriftina sum Guðs orð.

At umstøðurnar hjá okkum, ið prædika, broytast, krevur av okkum, at vit mega virða tilveruna, svá hon er. Tað er ikki neyðugt, at vit frásiga hvør øðrum rættin at hugsa øðrvísi enn tann kristna kirkjan ella tað verðsliga samfelagið. Men menniskjanslig virðing og ein virðiligur tóni er minsta mark av tolsemi, ið vit mega møta hvør øðrum við.

Um kristnin hvílir í sínum samleika sum Guðs endurføddu børn, er eingin orsøk at missa mótið, tá ið onnur hugsan ella verðslig tala hoyrist. Kristnin trýr, at Guðs máttur er heimsins sterkasta megi. Hóast vald hins ónda er darvandi og skal takast í álvara, so er illimaður ein sligin megi vegna uppreisn Jesu Krists frá deyðum.

Um vit seta frælsi hins einstaka høgt og trúgva á Guð, so er torført at ímynda sær annað enn tað, at frælsi hjá mær at hugsa gevur øðrum rætt at hugsa øðrvísi. Satt frælsi hevur tað við sær, at vit ikki verða fjøtrað av hugsanini hjá øðrum. Satt frælsi skapar javnvág og sinnisligt yvirskot, so hóvliga javnvágin skapar eina liviliga tilveru, hóast vit møta hvør øðrum við hugsjónarligum mótspæli.

Sum kristin er tað mín uppgáva at staðfesta, at Jesus veitir mær styrki og fyllir hjartað við einum kærleika, sum ber og heldur í øllum lívsins viðurskiftum. Tað etiska kravið er torført og einfalt: Tú skalt vera ímóti menniskjum, svá tú ynskir, at tey skulu vera ímóti tær og tínum.

Til hesa uppgávu tørvar okkum Guðs hjálp, fyrigeving og náði. Tað er Guðs gerningur í Jesusi Kristi, ið skapar eina tilveru í javnvág og frælsi. Amen.

Orðið: “Men Harrin er andin; men har sum andi Harrans er, har er frælsi.” (Seinna Korintbrævið 3,17).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo