Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í vikuni hava vit viðgjørt ólavsøkurøðu løgmans í løgtinginum. Orðaskiftið hevur verið jaligt, og tað er eisini góð orsøk til tað.

Løgmansrøðan tosar nógv um, at tað í Føroyum er góður vøkstur í samfelagnum. Sanniliga koyra samfelagshjólini væl her. Vit eru júst farin uppum 54.000 fólk, arbeiðsloysið er metlágt, arbeiði er til allar hendur, og pílarnir peika uppeftir.

Samgongan hevur higartil framt nógv, og eru eisini nógv ting, ið vit ynskja at raðfesta framyvir.

Familjan raðfest – eisini framyvir
Tað skal vera gott at vera familja í Føroyum, og tað skulu vit gera okkara fyri. Eisini ynskja vit, at tann fyrsta tíðin, ið foreldur hava saman við barninum, skulu tey hava best møguligu treytir og umstøður.

Samgongan hevur í hesum valskeiðnum longt barsilsfarloyvi við 4 vikum, so tað nú er 52 vikur. Nú ynskja vit at raðfesta eitt hægri barsilsútgjald.

Gleðiligt er eisini at síggja, at Løgmaður nevnir í røðu síni, at man ynskir at leggja uppskot fyri tingið, har pengarnir fylgja barninum. Tað gevur kommunum heimild at rinda foreldrum ein part av kostnaðinum av stovnsplássinum, um tey velja aðra ansing, ið passar teimum betri. Tað er eitt gott átak fyri familjuna, ið gevur henni meir frælsi til at skipa síni viðurskiftir og gerandisdag.

Seinastu mánaðirnar, so hevur inflatión rakt alt heimssamfelagið. Tað rakar jú allar partar av samfelagnum, men serliga nógv familjurnar í dagligdegnum. Tí mugu vit seta eitt arbeiði í gongd, har vit kunnu lækka skattin hjá føroyingunum.

Eitt er inflatiónin í dag, men longu áðrenn hetta, so vístu tøl, at vit høvdu næsthægst skattatrýst í norðurlondum. Inflatiónin rakar serliga tey lægstløntu, men sanniliga eisini tey, ið hava ella ynskja at seta føtur undir egið borð. Tey hava eisini tørv á størri fíggjarligum rásarúmi. Tað skal tó sjálvandi vera fíggjarligt skynsamt, tá vit fara í gongd við tað.  

Fleiri útbúgvingar til okkara tørv
Til seinasta val, so ynsktu vit, at vit í Føroyum skuldu fyrst og fremst útbúgva til tann tørv, ið vit sum samfelag hava. Vit mugu fyrst og fremst raðfesta til tað, ið vit hava tørv, bæði innan alment og privat.

Tað bleiv so eisini ein partur av samgonguskjalinum og hava vit sanniliga fylgt tí málinum. Vit eru byrjað at taka fleiri inn til sjúkrarøktarfrøði og verða hesi tingini nevnd nú:

- Eyka flokk til námsfrøðing

- Master útbúgving innan KT, og yrkisútbúgving innan KT-support

- Alaraútbúgving

- Raðfestingar á Heilsuskúlanum í Suðuroy

- Kokkaútbúgvingin á Tekniska skúla í Klaksvík verður uppraðfest

Eisini verða nevnd Húsarhaldsskúlin í Klaksvík, har uppskot verður lagt fyri tingið nú, so fíggingin fæst endaliga uppá pláss frá landsins síðu. Eisini fer útbygging á Miðnámi á Kambsdali í gongd í ár, og eru fyrireikingar til útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík í gongd.

Vinnan skapar framburðin
Fortreytin fyri einum samfelagið, har vit kunnu veita tænastur innan heilsu, almanna og skúlaverk, er eitt sterkt vinnulív, ið skapar virðir.

Tíðliga í valskeiðnum samtyktu vit eina nýggja fiskivinnulóggávu. Nýggja lóggávan gav vinnuni støðugar karmar at virka undir, og er bjartskygni at hóma. Gleðiligt er eisini at síggja, at fiskaprísirnir eru høgir í løtuni.

Síðstu mongu árini hevur kjakið snúð seg fyrst og fremst um, har tað gongur væl í fiskivinnuni, serliga innan uppisjóvarvinnuna. Kjakið hevur sum oftast snúð seg um, hvussu nógv man skal taka frá teimum.

Lat okkum nú heldur royna at leggja dent á teir partar av vinnuni, har tað hevur gingið minni væl, og hvussu vit kunnu skapa teir karmar, ið skulu til fyri at styrkja teir.

Tað er gleðiligt, at man hevur ætlanir um at skapa betri møguleikar fyri útflutningi, og eisini betri møguleikar innan fleiri vinnur.

Tað er neyðugt, um vit framhaldandi skulu hava tann framburð, ið er grundarlagið fyri at skapa vælferðina.

Beinir Johannesen - Fólkaflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo