40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Herfyri skrivaði felagið Framherji undir sáttmála við Karstensens Skibsværft í Skagen um bygging av nýggjum uppisjóvarskipi.

- Skipið kemur helst fyri Høgaberg, sigur Anfinn Olsen, reiðari, við VP.

Nýggja skipið, sum Anfinn Olsen sigur minnir um nýggja Finnur Fríða, lastar 3400 kubikk ella knapt 3000 tons við køling.

Anfinn Olsen sigur at nýggja uppisjóvarskipið kostar góðar 300 milliónir krónur, og verður klárt, sambært avtaluni, í juni 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo