Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fishfacts: Fishfacts bjóðar inn til almenna framløgu av frágreiðingini: 

"Russiski fiskiskapurin í Irmingarhavinum, føroyskum og altjóða sjógvi frá 2020 til 2023", mikudagin 14. juni kl. 09.00 á Panorama, Hotel Hafnia.

Við støði í AIS dátum, algoritmum og tóllæru hevur Fishfacts fingið til uppgávu at lýsa:

1.    Virksemið hjá russiskum fiskiskipum í Irmingarhavinum frá 2020 til 2023.

2.    Bretland hevur stongt havnirnar fyri russiskum skipum - hvussu nógv russisk fiskiskip landaðu, um- ella uppskipaðu í Stóra Bretlandi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023

3.    Ísland hevur stongd havnirnar fyri russiskum skipum - hvussu nógv russisk fiskiskip landaðu, um- ella uppskipaðu í Íslandi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023

4.    Lýsa russiska fiskiskapin eftir sild, makreli og svartkjafti frá 2020 til 2023

5.    Um russisk skip ikki sleppa at landa, um- ella uppskipa sild, makrel ella svartkjaft, ið ikki eru fevnd av fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, hvørji eru útlitini fyri at russisku fiskiskipini bunkra olju og umskipa á opnum havi

6.    Lýsing av farmaflutninginum til og úr Føroyum

Frágreiðingin er umbiðin av:

· Bergfrost
· Christian í Grótinum
· Enniberg
· Effo
· Faroe Agency
· Faroe Ship
· Framherji
· JFK
· Magn
· North Pelagic
· KBI
· KJ
· KSS
· Varðin
· Vónin

Endamálið við frágreiðingini er at lýsa russiska fiskiskapin í Irmingarhavinum, føroyskum og í altjóða sjógvi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023.

Framløgan er almenn. Øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo