40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri sløkum 100 árum síðani tóku skilagóðir havnarmenn avgerð um at leggja Sjónleikarhúsið uttaliga í tí táverandi norðasta útjaðaranum í Havn.

Tað liggur sera centralt í dag!

Tað verður ein katastrofa, hvis arkitektar fáa kroyst eitt prestigu-projekt niður í tí tronga gamla býarpartinum.

Býurin fer natúrliga at veksa norðureftir, ikki minst av bergholinum til Skálafjarðar.

Tann ambrái Nationalpallurin eigur sjálvandi at liggja einsamallur og frítt fyri, so hann hábærsliga  kann  fagna eysturoyingum og klakksvíkingum, sum tað allarfyrsta eygna-ýti, tá ið bilfólkið kemur tysjandi úr tunell- gapinum.

Tað verður ein bergtakandi sjón  og kultiverað vælkoma til høvuðsstaðin.

Um ein lítlan mansaldur verða Hoyvík og Hvítanes heilt centralir partar av býnum.

Latið ta fyndargomlu Havnina fáa frið.

Har er langt síðani ovurbygt.

Hugsið heldur líka djarvir sum H. C. W. Tórgarð, H.A . Djurhuus og Klæmint Dalsgaard fyri næstan hundrað árum síðani.

Havnin hevði fingið forstoppilsi, hvis man trokaði og stongdi Kongabrúnna ella Skálatrøð við monstrøsum byggiklossum.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo