Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Samgonguflokkarnir eru vorðnir samdir um, hvussu samstarvið verður skipað við sessum og politiskum málum, tað ið eftir er av valskeiðnum.

Tað boðar løgmansskrivstovan frá í tíðindaskrivi.

Framsókn fer at umsita skúlamál, tað sum eftir er av samgonguskeiðnum, og fær eitt nýtt landsstýrisfólk, og tað verður Hanna Jensen sum fer at vera nýtt landsstýrisfólk í skúlamálum.

Samstundis fer Tjóðveldi at umsita mentamál, ítróttarmál og kirkjumál. Hesi málsøki fara at verða umsitin av einum av verandi landsstýrisfólkum floksins.

Norðurlandamál og vitaverkið verða flutt til Høgna Hoydal at umsita.

Samgongan er samd um, hvørji mál hava stóran týdning at fáa framt, tað sum eftir er av valskeiðnum. Úr rúgvuni kann nevnast:

  • At seta ferð á nøkur yvirtøkumál.
  • At niðurrinda skuld, sum fellur til gjaldingar í juni.
  • Talgildi samleikin.
  • Nýggjan listaskúla á Sandi.
  • Vælferðarlógin.
  • Bústaðarpakkin.
  • Margfeldislógin.
  • Lóg um veiðigjald.
  • Húsarhaldsskúlin í Klaksvík.
  • Ítróttarháskúlin í Vági.
  • Eftirskúli á Tvøroyri.
  • At fáa longt barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum.
  • Hjálparfólkaútbúgvingin.
  • At seta borin í Dalstunnilin og Hvalbiartunnilin.

Ætlanin er í næstu viku at hava tíðindafund um politiska arbeiðið restina av valskeiðnum, boðar løgmansskrivstovan frá.

Niðanfyri sæst, hvussu Framsókn og Tjóðveldi hava býtt Mentamálaráðið ímillum sín.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo