Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

14. januar í ár vóru 100 ár liðin síðan Eilif Mortansson var føddur á Tvøroyri. Í tí sambandi hevur Landsbókasavnið sett upp eina lítla framsýning í forhøllini um Eilif og við bókum, umrøðum og ummælum.

Eisini ber til at lurta eftir eini longri útvarpssending frá 1989 um rithøvundin.

Eilif er ikki millum mest navnframu føroysku rithøvundar, hóast hann er ein tann virknasti høvundurin, vit eiga. Hann skrivaði á donskum og skrivaði eisini undirhaldsbókmentir, gentu- og dreingjabøkur, umframt fleiri skaldsøgur, hugleiðingar og stuttsøgur. Flestu skaldsøgurnar hjá honum eru týddar og hava verið lisnar upp í útvarpinum.

Fleiri av bókunum hjá honum eru eisini týddar til nógv onnur mál.

Mest kendur í Føroyum var Eilif fyri dreingjabókina En vild krabat (1942) við undirheitinum Fortælling fra Færøerne. Morbróðurin Páll J. Nolsøe týddi hesa bókina til føroyskt við heitinum Ein ribbaldur, og Hjalmar Jacobsens bókahandil gav út í 1948.

Eilif Mortansson er ikki minni kendur her í Føroyum fyri tær fimm barnabøkurnar í røðini um Magnus Heinason, sum hann byrjaði at skriva í 1940’árunum. Tann fyrsta, Havets helt, kom í 1952.

Bókadeildin hjá Lærarafelagnum gav árini 1992-1995 út eina føroyska týðing av hesum bókunum. Bókaraðið er: Ein sjógarpur (1992), Sjórænaraskip í eygsjón (1993), Sjórænarar á Norðhavinum (1993), Svíkjari innanborða (1994) og Seinasta ferð skiparans (1995). Systir Eilif, Elin Mortensen, hevði umsett.
Bøkurnar hava nýliga, í sambandi við at 100 ár eru liðin, síðan Eilif Mortansson varð føddur, verið lisnar upp í barnaútvarpinum.

Eilif Mortansson doyði 28. oktober 1989.

Framsýningin um skaldskapin hjá Eilif Mortansson er opin, tá ið Landsbókasavnið er opið, og hon verður standandi uppi hendan og komandi mánað.

Meira kann lesast um Eilif Mortansson og skaldskap hansara her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo