Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

FRAMTAK: Úrslitið hjá FRAMTAK eftir skatt fyri 2023 var ein vinningur á 14,1 mió, sum svarar til eitt miðaleginpeningsavkast á 19,6%. Nevndin metir hetta vera eitt gott úrslit, og væl omanfyri tey 10% í eginpeningsavkasti, ið nevndin hevur sett sær fyri.

FRAMTAK hevði við ársenda 2023 partapening í og/ella hevur veitt lán til samanlagt 19 føroyskar fyritøkur. FRAMTAK gjørdi nýggjar íløgur í 1 felag í 2023 og 2 feløg, ið FRAMTAK átti vóru fusioneraði, meðan 1 felag var selt og 1 var avtikið í árinum.

Eginognin í FRAMTAK var 79,2 mió. krónur við ársenda 2023 og fíggjarstøðan javnvigaði við 117,5 mió. Kr.

Framtak leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir. Hetta eydnaðist ikki í 2023, men útlitini fyri 2024 eru góð, og leiðslan væntar at gera íløgur fyri meira enn 10 milliónir í 2024.

Nýhugsan og íløgur í nýggja tøkni ger, at kapitaltørvurin økist í fleiri av fyritøkunum, ið FRAMTAK er aktivur viðspælari í, og áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri partapeningi og lán frá FRAMTAK tykist vaksandi. Tí væntar leiðslan økt virksemi í 2024, og at 2024 kemur at geva gott avkast, um einki óvæntað hendir í búskapinum.

Stjórin í FRAMTAK Ben Arabo sigur:

“VIt eru væl nøgd við úrslit og avkast í 2023, og arbeiða støðugt við nýggjum íløgumøguleikum, so at FRAMTAK kann vaksa og ganga inn í framtíðina sum ein hollur og styrktur viðspælari hjá føroysku vinnuni.”

Um FRAMTAK
FRAMTAK er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið. Eisini ger FRAMTAK íløgur í einstakar verkætlanir. Talan skal verða um nýggjan kapital.

FRAMTAK vil virka sum ígongdsetari og viðspælari hjá føroyskari vinnu. Málið er at vera við at byggja upp, og so selja, tá íløgan hevur givið nøktandi avkast.

FRAMTAK kann tekna partapening og veita ábyrgdarlán

Stjóri í FRAMTAK er Ben Arabo.

Í nevndini sita Christian Danielsen, formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo