40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Arkitektafelagið heldur, at vit eiga at gera eina heildarætlan fyri alt landið, tá ræður um bygging av ídnaðar- og bústaðarøkjum, so atlit verða tikin til náttúruna, burðardyggleika, fornminni og trivnað.

Nú eitt nýtt valskeið byrjar, er høvi at byrja av nýggjum og hugsa yvirskipað, áðrenn einstøku ætlanirnar verða raðfestar. Hetta er eitt gylt høvi at vísa á, at vit í Føroyum tørva eina yvirskipaða planlegging at innrætta land okkara eftir.

Landið hevur eitt ríkt náttúrutilfeingi, men eitt lakari peningatilfeingi. Tí hevur tað sera stóran týdning, at allar íløgur eru rættar og gagnligar fyri alt samfelagið.

Ein yvirskipað ætlan kann í fyrstu syftu verða, at orða eina ætlan fyri menning og varðveitslu av ymsum økjum. Síðan má lógarverk gerast um, hvussu planurin um ymsu økini skal handfarast.

Tað, sum fer at fáa ágóða av slíkari heildarætlan, er :

-Djóra- og fuglalív
-Serstøk øki í náttúruni við jarðfrøðiligum og estetiskum virði.
-Øki fram við fjøru og strond
-Søguligir bygningar og bygningsanlegg, sum eru týdningarmiklir mentanararvur

Omanfyri nevndu øki skulu virðast, tá vit innrætta samfelagið við nýggjum og modernaðum innrættingum. Eitt nú :

-Samferðslu- og vegakervið
-Staðseting og bygging av almennum og kommunalum stovnum

Menning innan øki sum :
-Orkuútvinning
-Ferðavinnu
-Vinnumenning innan ídnað og landbúnað
-Bústaðir, at skapa dygdargóðar bústaðir og dygdargóð býarumhvørvi
-Tryggja margfeldi í bústaðarsamansetingini, bæði í bý og á bygd
-Borgaraluttøku, at borgarin luttekur og tekur ábyrgd, tá øki verða staðsett?

Avbjóðingar sum fólkaflytingar av smáum plássum til stór pláss, veðurlagsbroytingar vegna dálking, vælferðarsjúkur og heimsumfatandi fíggjarkreppur, gera, at vit mugu avrika við ábyrgd. Vit eru noydd at hugsa, at avrikini ella íløgurnar, skulu vera flest møguligum at gagni. Vit skulu eisini tryggja komandi ættarliðum eitt framkomið og modernað samfelag, sum hevur megnað at varðveita og menna ein sterkan føroyskan mentanararv.

Arkitektafelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo