40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Ráðstevna um støðuna á eldraøkinum er í Norðurlandahúsinum í dag. Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum, setti ráðstevnuna í morgun, og síðan hava fleiri spennandi framløgur verið.

Julianna Klett greiddi frá um Eldraráðið í Havn, Margretha í Buð um Eldraráðið í Norðoyggjum, og Marjun Poulsen, fysioterapeutur og M.Sc. í heilsuvísindum, Pætur Rasmussen, Eldraráðið í Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum greiddu frá tænastum og framtíðarhugsanum á eldraøkinum.

Allan Skaalum hevði framløgu um arbeiðið hjá Bústøðum, Ingeborg Vinther um eftirlit á røktarheimum. Maria Skaalum Petersen hevði framløgu av kanning um heilsustøðuna hjá teimum, sum eru yvir 75. Og síðan var pallborð um avbjóðingar og loysnir.

Teir tríggir borgarstjórarnir, Karl Johansen í Klaksvík, Bjarni Prior í Vágum og Heðin Mortensen í Havn, greiddu eisini frá ætlanunum hjá kommunum innan eldraøkið.

Framtíðartrygging
Framløgan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, snúði seg um framtíðartrygging av eldraøkinum, um samskiping av eldraøkinum innan røkt, viðgerð, fyribyrging, heilsufremjan og rehabilitering.

Heðin Mortensen greiddi frá um átaksøki fyri framtíðartrygging, t.d. arbeiðsbólkar, um røktarbústaðir og tilboð og um sjálvt starvsfólkaøkið.

Arbeiðsbólkarnir arbeiða við økjum sum tænastustøði, heilsufremjan, fyribyrging, endurmenning, sjálvbodnum arbeiði, starvsfólkarekruttering, fígging og bygnaði.

Í hesum arbeiði verða borgarar, avvarðandi, starvsfólk, fakfeløg, áhugafeløg og eldraráð hoyrd. Fyrstu úrslitini frá hesum arbeiðsbólkum væntast nú í summar.

Greitt varð eisini frá røktarbústøðum, Tjarnargarði, fyrsta demensdepli í Føroyum, um URD, sum er fyrsti umlættingar- og rehabiliteringsdepil í landinum, og t.d. um eldradepilin í Kollafirði og um nýggja røktarheimið við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum.

Borgarstjórin kom eisini inn á mongu tilboðini, eitt nú matartænastuna, heilsutænastuna í Nólsoy, ymsu venjingartilboðini, dag- og kvøldartilboðini, tilhaldini og mongu tiltøkini, sum nýggju aktivitetsfólkini skipa fyri.

Umframt hetta kom hann inn á arbeiðið hjá teimum sjálvbodnu, og um arbeiðið við at stuðla undir íbúðarbygging tvørtur um ættarlið.

Viðvíkjandi starvsfólkaøkinum nevndi borgarstjórin, at normeringarnar eru hækkaðar, at fráfaringaraldurin er avtikin, um arbeiðið at veita bústað til avloysarar úr útlondum, førleikamenning og eftirútbúgvingar, og arbeiðið at skipa lønta útbúgving til heilsurøktarstarvsfólk. Hetta uppskotið verður klárt longu eftir summarfrítíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo