Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Maskinmeistarafelagið: Norðurlendsku maskinmeistarafeløgini kolldøma metingina hjá Sjóvinnustýrinum av framtøkumegini hjá Jákup Sverra – hon er greitt oman fyri 3.000 kW, sigur Odd Rune Malterud, sum er varastjóri í norska maskinmeistarafelagnum og eisini forseti í NMF, samtarvsfelagsskapinum hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum.

Tað er bara í Føroyum, at azimuthur ikki verður roknaður upp í framtøkumegina, sigur hann.

Ein maskinmeistari á Jákup Sverra kallar alla handfaringina hjá myndugleikunum fyri tað reina svans Føroyingar flest, og ikki minst landsins kosnu kvinnur og menn, eru errin av nýmótans fiski- og havrannsóknarskipinum Jákup Sverra, sum kom í flotan fyri trimum árum síðan.

Tað er heldur ikki uttan orsøk, tí Jákup Sverri er eitt sera framkomið og væl útgjørt skip, og higartil hava rósandi orðini um tað frá fiskifrøðingum og øðrum, ið hava roynt tað, ikki trotið.

Tað eru tó ikki øll, sum eru líka fegin, og Jákup Sverri hevur havt so ringt við at halda upp á fólkið, at ein skuldi ikki trúð, at talan var um eitt nýtt og framkomið skip.

Gaman í er skipið vælkomin kollvelting hjá frøðingunum á Havstovuni, sum hava fingið eitt nýtt og framúr framkomið arbeiðstól í staðin fyri útslitna Magnus Heinason, men tað er lítið lokkandi fyri í hvussu er maskinmeistarar við vinnubrøvum á høgum stigi.

Framtøkumegin hjá Jákup Sverra er nevniliga sambært manningarskjalinum bara 2.400 kW, ella væl niðan fyri tey 3.000 kW, sum er gáttin til bæði hægri førleikakrøv og hægri løn.

Men talið er fingið niður um 3.000 kW av órøttum, ljóðar uppáhaldið hjá einum av maskinmeistarunum á Jákup Sverra, bæði tí at skeiv tøl verða brúkt fyri framtøkumegina frá sjálvum høvuðsmotorunum, og tí at azimuthurin, sum hevur eina framtøkumegi uppá 800 kW, ikki verður taldur við.

Tað er skjótt at blíva í ørviti, tá uppáhaldið skal eftirkannast, tí fleiri ymisk tøl eru fyri framtøkumegini/motororkuni alt eftir, hvar hugt verður.

Á heimasíðuni Teyggjuni hjá Sjóvinnustýrinum er Jákup Sverri skrásettur sum eitt handilsskip við einari motororku uppá 2.998 kW tilsamans frá tveimum dieselelektriskum høvuðsmotorum. Í manningarskjalinum, sum Sjóvinnustýrið eisini varðar av, er framtøkumegin kortini skrásett at vera bara 2.400 kW. Hetta talið er helst metta ella roknaða effektin frá el-drívmotorunum út á aksilin. Men sambært royndarflatutalvuni, sum Wärtsilä-motorverksmiðjan hevur sett á sjálvar motorarnar, eru teir 1.572 kW hvør ella tilsamans 3.144 kW. Og hetta er rætta talið fyri framtøkumegina og er talið, sum verður brúkt sum grundarlag undir ásetingum um eitt nú hýru og í manningarskjølum í hinum Norðurlondunum, sigur forsetin í NMF (samstarvsfelagsskapurin hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum), Odd Rune Malterud.

Krevur rætting
Maskinmeistarin, sum hevur vent sær til Maskinmeistarafelagið, ber seg undan at verða nevndur við navni. Hann væntar, at tað fer at verða sera trupult hjá stásiliga skipinum yvirhøvur at fáa maskinmeistarar og uppaftur truplari at halda upp á teir, um myndugleikarnir halda fast um, at framtøkumegin er undir 3.000 kW.

- Eg umhugsi í hvussu er mína støðu, um almenna talið fyri framtøkumegina ikki verður rættað og bæði førleikakrøv og løn uppstigað samsvarandi. Tað kann ikki vera rætt, at Sjóvinnustýrið bara kann finna upp á sínar egnu tulkingar og egnu mátar at rokna uppá samanborið við okkara grannalond við tí eina endamáli at halda lønunum niðri, sigur hann.

Hann sigur, at teir umborð á Jákup Sverra eru samdir um, at framtøkumegin hjá skipinum er væl oman fyri 3.000 kW, um azimuthurin verður taldur uppí – sama hvat av teimum nógvu ymisku boðunum upp á framtøkumegina frá høvuðsmotorunum verður brúkt. Lægsta boðið er 2.400 kW, sum stendur í manningarskjalinum, og saman við 800 kW frá azimuthinum gevur tað eina samlaða framtøkumegi uppá 3.200 kW.

- Azimuthurin eigur sjálvsagt eisini at verða taldur upp í samlaðu framtøkumegina, og tað verða teir alla aðrastaðni. Men her hevur Sjóvinnustýrið bara av sínum eintingum gjørt av, at azimuthurin ómøguligt má teljast uppí, sigur hann.

Andsøgn
Tað skal eisini ein góður vilji til at tulka manningarlógina øðrvísi, enn at azimuthar og øll onnur tøkniútgerð, sum onkursvegna kann brúkast til framdrift, skal teljast við í samlaðu framtøkumegina.

Í §2 í lógini eru allýsingar av orðum og hugtøkum, harímillum framtøkumegini. Um hana stendur soleiðis í §2, 12):

““Framtøkumegi”: Øll tann samanlagda megin í kilowatt (kW), men soleiðis at brotin tøl falla burtur, um nøkur eru, við støðuga gongd á øllum maskinum, sum samstundis kunnu dríva skipið fram. Orkan verður ásett grundað á royndarflatutalvuna hjá motorverksmiðjuni, og verður hon at seta í siglingarloyvisbrævið og manningarskjalið. Er framtøkumegin støðugt lækkað, kann henda skrivast í siglingarloyvisbrævið og í manningarskjalið eftir avgerð og ásettum treytum frá Sjóvinnustýrinum.”

Har stendur týðuliga, at framtøkumegin umfatar øll kilowatt (kW), “...sum samstundis kunnu dríva skipið fram.”

Og tað kann azimuthurin.

Kortini svarar Sjóvinnustýrið einum fyrispurningi hjá maskinmeistaranum á Jákup Sverra soleiðis:

“Azimutturin telur bert við, um hann er ætlaður til, at skipið skal sigla við fullari ferð við honum. Um azimutturin bert er ætlaður til positiónering av skipinum, telur hann ikki við.”

Um tað er rætt, er tað í hvussu er í andsøgn við allýsingina av framtøkumegini í manningarlógini, og maskinmeistarin greiðir frá, at azimuthurin verður brúktur til framdrift saman við høvuðsmotorunum, tá tørvur er á tí, og at hann eisini er brúktur púra einsamallur til framdrift, um onkur trupulleiki hevur verið við høvuðsmotorunum.

Norðurlendskur stuðul
Sjónarmiðið hjá maskinmeistaranum fær fullan stuðul frá Maskinmeistarafelagnum og eisini hinum norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum. Umboð fyri tey vitjaðu umborð á Jákup Sverra í sambandi við, at NMF (Nordiska Maskinbefälsfederationen), sum er samstarvsfelagsskapurin hjá maskinmeistarafeløgunum í  Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum, hevði sín seinasta regluliga fund í Føroyum.

Londini skiftast um at hava forsetasessin í NMF, og í løtuni er norski Odd Rune Malterud forseti. Hann er fyrrverandi maskinstjóri, men hevur í nógv ár verið í fremstu røð í fakligum og fakfelagsligum høpi í Noregi og í virkseminum hjá altjóða maritimu felagsskapunum.

Høvuðsarbeiðið hjá Odd Rune Malterud er at vera varastjóri í norska maskinmeistarafelagnum DNMF (Det norske maskinistforbund), har hann eisini er fakligur leiðari, og hann hevur høvuðsábyrgdina av málum í IMO/ILO-høpi á økjum sum heilsu, trygd, vælferð, umhvørvi og annað, og hann hevur serliga vitan og fakligar førleikar innan júst framtøkumegi og manerering og manningarviðurskifti. Hann hevur eisini fleiri týðandi leiklutir og sessir í altjóða høpi, eitt nú er hann formaður í ráðnum fyri trygd á sjónum, MSC (Maritime Safety Comitee), hjá altjóða flutningsarbeiðarafelagsskapinum ITF.

Umboðini fyri norðurlendsku maskinmeistarafeløgini vóru ovfarin av framkomnu tøknini og skipinum sjálvum, tá Leon Smith, deildarleiðari á Havstovuni, vísti teimum runt umborð á Jákup Sverra og greiddi frá. Men tey vóru samstundis ivaleys um, at framtøkumegin hjá skipinum er oman fyri 3.000 kW, og Odd Rune Malterud var vísur í, at tað eisini hevði verið niðurstøðan hjá sjóvinnumyndugleikunum í hinum Norðurlondunum.

Vinnubrøv í vanda
Ónøgdi maskinmeistarin á Jákup Sverra undrar seg serliga yvir, at Sjóvinnustýrið ikki vil hoyra taling um, at tey rokna framtøkumegina øðrvísi enn sjóvinnumyndugleikarnir í hinum Norðurlondunum og tískil ikki vilja broyta manningarskjalið, men at stýrið kortini bara kundi broyta treytir og mannagongdir í sambandi við endurnýggjan av vinnubrøvunum hjá maskinmanningini, tá tað vísti seg, at lága framtøkumegin annars hevði forðað fyri hesum.

Tá maskinmanningin av fyrstan tíð mynstraði umborð á nýggja rannsóknarskipið, høvdu allir uttan ein vinnubrøv á hægsta stigi, tað er vinnubræv at mynstra sum maskinstjóri við skipum við framtøkumegi oman fyri 3.000 kW.

Tað krevst bara maskinistútbúgving at fáa vinnubræv sum maskinstjóri ella maskinmeistari við skipum við framtøkumegi minni enn 3.000 kW, men maskinmeistaraprógv til skip við størri motormegi.

Maskinistprógv er sostatt nóg mikið fyri at gerast maskinstjóri á Jákup Sverra. Fyrr var sigling við framtøkumegi undir 3.000 kW hinvegin sum meginregla ikki nøktandi, um ein útbúgvin maskinmeistari skuldi hava sítt vinnubræv á hægsta stigi endurnýggjað.

Broytt støða
Við støði  í “Kunngerð nr 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning av skipum” hevur Sjóvinnustýrið tó broytt støðu. Í hvussu er, tá tað ræður um Jákup Sverra.

Sambært samskifti, sum Maskinmeistarafelagið hevur fingið innlit í, brúkti Sjóvinnustýrið kunngerðina sum grundarlag fyri at taka hesa avgerð seint í 2022:

“Sjóvinnustýrið metir tí, at sjófólk, ið hava siglt sum maskinyvirmenn við havfarandi skipum við framtøkumegi á minst 750 kW, kunnu metast at hava viðkomandi siglingartíð og harvið hava viðlíkahildið neyðugu førleikarnar. Hetta merkir, at sjófólk, sum sigla við Jákup Sverra, kunnu endurnýggja sjóvinnubrøvini sum maskinyvirmenn.”

Endurgevingin er úr svari frá Sjóvinnustýrinum upp á eina umbøn frá Havstovuni á heysti í 2022 um, at maskinmenninir umborð á Jákup Sverra ikki mistu síni sjóvinnubrøv, tí framtøkumegin hjá skipinum var minni enn 3.000 kW.

Metingin er gjørd við støði í §50 og §54 í kunngerðini, sum er liðilig, og í fleiri førum letur upp fyri, at Sjóvinnustýrið sjálvt smíðar reglur og mannagongdir við støði í egnum metingum.

§54 í kunngerðini ásetir, at fyri at endurnýggja sítt sjóvinnubræv skal viðkomandi, umframt at hava heilsuváttan, lúka eitt av hesum krøvum:

- hava eitt ára siglingartíð við havfarandi skipum sum ávikavist brúgvayvirmaður, maskinyvirmaður ella radiopassari tey seinastu fimm árini,

- hava tríggjar mánaðar siglingartíð við havfarandi skipum sum ávikavist brúgvayvirmaður, maskinyvirmaður ella radiopassari teir seinastu seks mánaðirnar,

- hava gjørt arbeiði við tilknýti til tað sjóvinnubræv, ið umsøkjarin hevur, og sum Sjóvinnustýrið kann góðkenna sum javnsett við ta í nr. 1 kravdu tænastu,

- hava staðið roynd ella luttikið í skeiði, ið Mentamálaráðið krevur við atliti at próvári, siglingartíð og seinastu mynstring hjá viðkomandi, ella hava tríggjar mánaðar siglingartíð við havfarandi skipum sum ávikavist brúgvayvirmaður ella maskinyvirmaður í lægri starvi teir seinastu seks mánaðirnar, um sjóvinnubrævið er farið úr gildi.

Um siglingartíðina stendur tó bert hetta í §50, stk. 1: “Siglingartíð er tænasta umborð á skipi, sum gevur sjófólki viðkomandi kunnleika, innlit og førleika ella viðlíkahald av førleikum fyri at fáa sjóvinnubræv.”

Bendar reglur
Ein umbøn frá Havstovuni var eftir øllum at døma nóg mikið til, at treytirnar fyri endurnýggjan av sjóvinnubrøvunum blivu gjørdar lagaligari. So lagaligt er Sjóvinnustýrið tó ikki, tá maskinmanningin á Jákup Sverra trýstir á at fáa broytt manningarskjalið, so tað samsvarar eini framtøkumegi oman fyri 3.000 kW. Bara fyri at kanna, um tað ber til at broyta manningarskjalið, vil Sjóvinnustýrið hava eina væl grundaða áheitan frá reiðarínum, altso Havstovuni. Tað vísir eitt teldupostsamskifti, sum ónøgdi maskinmeistarin av sínum eintingum hevur havt við Sjóvinnustýrið.

- Fyri mær sær handfaringin hjá Sjóvinnustýrinum út til at vera tað reina svans. Tað tykist í hvussu er, sum at tað eru reiðaríir, sum hava mest at siga, tá tað ræður um, hvussu manningarskjøl skulu síggja út. Eg vænti tó ikki, at Havstovan sjálv upp á nakran máta liggur í buktini viðvíkjandi at fáa manningarskjalið rættað, tí tað hevði við vissu gjørt áhugan at sigla við Jákup Sverra munandi størri, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo