40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Danska Fíggjareftirlitið hevur boðað frá at Betri banki, BankNordik og Norðoya Sparikassi framvegis eru SIFI-peningastovnar.

Norðoya Sparikassi skrivar á síni heimasíðu, at í løtuni verður føroyska lóggávan um SIFI-peningastovnar endurskoðað.

- Danska váðaráðið hevur mælt donsku stjórnini til at broyta markvirðini fyri at áseta, hvør peningastovnur í Føroyum skal vera SIFI-peningastovnur.

- Tilmælið er, at ein peningastovnur, sum hevur ein javna minni enn 3 mia. kr. verður ikki tilnevndur sum SIFI-peningastovnur. Javnin hjá Norðoya Sparikassa er í løtuni uml. 2,8 mia. kr.

- Danska vinnumálaráðið tekur undir við tilmælinum og lógin verður galdandi frá 1. januar 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo