Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hava allan juli lisið, hoyrt og sæð, at 100.000- tals muslimar hava herjað, rænt og brent skrivstovur, handlar og hús í París og øðrum býum í Fraklandi.

Fólk eru deyð og meinslað, og virði fyri mia evrur eru farin fyri skeytið.

Tíbetur hevur Frakland longu dømt og fongslað yvir 1.000 yvirgangskroppar.

Uppreisturin sigst standast av, at eitt løgreglufólk 27. juni skjeyt ein 17 ára gamlan mann í ferðsluni, ið mátti takast við hørðum og tíverri læt lív.

Hesin Nahel Merzouk var ættaður úr Algier og Morokko, haðan mangir av 6 mió muslimum úr fyrr fronskum hjálondum hava smoygt sær (ó)lógliga at búgva í Fraklandi, ið tey kortini hata av innasta hjarta.

‘Set ein lúshund upp á eitt ross, og hann ríður teg niður,’ siga bretar.

Í ár á fyrsta sinni síðan 1880 avlýstu franskir myndugleikar tjóðarhátíðina, (Bastille-dagin) 14. juli, tí 100-tals miðbýir stóðu í ljósum loga.

Tað svarar til, at Noreg avlýsti sín 17 mai, Danmark sín 5. juni, USA sín 4. juli og Føroyar okkara Ólavsøku 29. juli, tí at muslimskir herverksmenn gjørdu uppreistur ímóti sínum vertslondum.

Nær noyðast føroyingar at avlýsa okkara tjóðarhátíð?

Jú, um vit lata grumsið av heimsins 1.200 mió muslimum sníkja seg inn á okkum?

45 mió muslimar í Evropa
Nú eru eini 10% av fólkinum í Fraklandi muslimar.

10% er lutfallið, ið islamar halda krevst, til at teir við ágangi kunnu skaka grundvøllin undir londum, teir yvirtaka.

Frakland er eitt stórt evropisk land (60 mió fólk íalt) við lutfalsliga flest muslimum.

Onnur lond í Evropa geva við sínum tilflytarapolitikki Fraklandi skarpan gang í vesturlendskum sjálvmorði. Nøkur dømi um muslimskt lutfall av fólkatali:

Ísrael (20%), Eysturríki (8%), Belgia ( 7%), Holland (6%), Sveis (6%), Bretland (5%) Týskland (5%), Grikkaland (5%), Svøríki (5%), Lichtenstein (5%), Spania (4%), Danmark (4%), Noreg (3%), Bosnia, Kosovo, Albania, N. Macedonia, Montenegro (40-50 % í miðal).

Mannasmuglarar flyta hvønn dag 1-2.000 tilflytarar um Ermarsund til Bretlands.

Vesturlendskar kvinnur eitt barn fleiri
Størri evropisk lond, ið siga kortanei til muslimar, eru Ungarn, Kekkia, Póland, Finland, Slovakia, Baltalond og (lutvíst) Italia, sum ES tí roynir at revsa.

Vit kenna best Svøríki, har hvørki sjúkra- ella brandbilar sleppa inn í einar 55 býarpartar uttan við politiverju.

Flestu størri svenskir býir hava nógvar arabiskt mæltar barnagarðar og skúlar.

Í Malmø eru 30% av fólkinum muslimar, og haðani eru flestu jødar flýddir.

Í Danmark eru, smb. løgregluni, 1.300 ‘bandalimir’ ímóti 32.000 í Svøriki.

Íalt búgva nú 45 mió muslimar í Evropa og fara at telja 60 mió í 2030.

Hesi tøl eru meir ørkymlandi, tí muslimar savnast í gettoum í størri býum fyri at varðveita sína islamsku trúgv, mentan og arabiskt mál ímóti okkara mentan.

Henda fólkaflyting er sjálvgjørd av vesturlendingum, hvørs kvinnur fáa ov fá børn.

Eitt barn fleiri í part hevði økt okkara fólkatal og nøktað tørvin á arbeiðsmegi.

Herverkini í Fraklandi
Muslimsk brotsfólk í Fraklandi brendu kirkjur, rændu handlar og bankar og brutu ATM-maskinur upp við motorsag, júst sum 10.000-tals vituggi í Black Lives Matter í USA summarið 2020 gjørdu (við stuðuli frá Dems til at vinna Biden forsetavalið).

Á ein franskan kirkjuvegg stóð málað við reyðum: “Muhammed var síðsti profeturin.”

Jødiskar matstovur og handlar eru brend og oyðiløgd.

Ein minnisvarði yvir 75.000 týndar franskar jødar undir krígnum varð brotin niður.

Rakstrarróp sum “Deyði yvir løgreglu”,”Deyði yvir Frakland,” “Deyði yvir jødarnar” og “Hitler gjørdi rætt” rungaðu úr býi í bý.

Ein egyptisk fyrr SV-kvinna og limur í Muslimska Brøðralagnum (MBH) skrivar: “Hvaðar er Frakland á veg? Til heljar, um Gud (altso Allah) vil tað!”

Tvíhalda um islamska siðspillu
Ein Sorbonne-professari, Reugier, skrivar, at Frakland gjørdi sítt stóra mistak í 1970-unum, tá landið fór at taka ímóti 1000-tals muslimum um mánaðin.

“Bert ein lítil minniluti hevur assimilerað seg í nýggja heimlandið. Meirilutin hevur gøllhildið um islamskar siðir úr gamla heimlandinum.”

Gatestone Institute skrivar, at víðgongdir Imamar (prestar) fylgdu við til Fraklands og eggjaðu muslimum til at liva sum heima. “Tað rasistiska Frakland skal revsast og gjalda fyri gamlar syndir sum hjálandaveldi,” ljóðaði herrópið.

Samvitskubitnir franskir politikarar hava økt játtanirnar til eitt nú Muslimska Brøðralagið, men hetta eftirlæti hevur bara gjørt, at muslimsku uppreistrarnir í Fraklandi nú hava spjatt seg til Belgia og Sveis.

Henda ruðuleika til sjálvmorð hava evropiskir politikarar sjálvir skapt.

Ikki við byrsum men barnavognum”
Libyski einaræðisharrin Muammar Gaddafi spáddi okkara framtíð við hesum orðum: “Vit eiga 50 mió muslimar í Evropa. Øll tekin eru til, at Allah letur Islam sigra á evropeum, ikki við byrsum ella hertøku, men við barnavognum.”

Armóðsbølið Egyptaland hevur 110 mió íbúgvar, hvørs miðal ársinntøka pr. nøs er $ 3-4.000 (= 5% av tí føroysku). Egyptar klára ikki at skapa eitt nútíðar samfelag.

Meirilutin av egyptum stuðla MBH, sum hevði politiska valdið í 14 mánaðir í 2012-13 (‘arabiska várið’!) við Morsi sum andligum diktatori.

Ruðuleikin bleiv so stórur, at egyptiska hermegin við el-Sisi generali á odda gjørdi statskvett og hevur rátt síðan. Morsi doyði í fongsli í 2019.

Nú fer verandi leiðari í MBH, Mohamed El Baradi, at stovna eitt nýtt (islamskt) Kalifat í Vesturheiminum, hvørs aðalmál er at seta í verk tær strongu islamsku Sharialógirnar.

Onga innrás í Føroyum, takk
Eyðvitað eru ikki allir muslimar brotsmenn og yvirgangskroppar.

Í Føroyum eru fáir muslimar og flestu tíbetur lóglýdnir borgarar.

Men vit vita av royndum, at øll tey (og ikki bert sosialistar og muslimar) sum lesa okkara lívsvirði, kristni, demokrati, kapitalismu við heimsins hægsta livistøði niður í sand og øsku, vága lív fyri at bróta inn á okkum og royna so at beina fyri okkum.

Nú verður kjakast, um útlendingar til arbeiðis í Føroyum, ið ynskja hjúnafelagan higar, skal tjena 38.000 kr í mánaðarløn.

Lat tað vera sagt, at allir lóglýdnir útlendingar, sum søkja um at sleppa at arbeiða her, kunnu fáa ein kjans (men sum útlendingar).

Sjálvsagt eiga føroyingar, ið vilja giftast útlendingum, at sleppa tað, so vit fáa frægastu javnvág í talið á monnum og kvinnum í barnburðsaldri.

Ramadan ístaðin fyri jól og páskir
Nýggjur uppisjóvar- og alifiskur hevur fingið nógvar føroyingar heimaftur.

Men okkara ábyrgdarleysi bústaðarpolitikkur farnu 10-15 árini hevur skapt fúlastu inflatión nakrantíð í húsaprísum og mesta trot á sethúsum.

Tí fær ein stakur føroyingur ikki lán til sethús, sjálvt við 38.000 kr í mánaðarløn.

Toppskatturin má lækkst úr 40% niður í 35%, og skattafría botnmarkið í kommunum hækkast.

Summi vilja kanska, at islamar o.o. landastrok úr øllum heimsins londum skulu hava frítt at flyta til Føroya, eins og til Týsklands, Fraklands og Svøríkis í áratíggju.

Men so kemur tann dagur, at islamiskir o.a. brennivargar gera uppreistur og noyða okkum at gevast at halda Ólavsøku og síðan jól, páskir o.a. kristnar hátíðir.

Vit fáa Ramadan smoygdan niður yvir okkara synduga kropp. Alt fyri tolsemi.

Tað verður Føroya fall. Ikki í ár... ella í 2030? Kanska.

Men hví vága tað?

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo