Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja franska myndlistafilmin ”Bonnard: Pierre & Marthe”. Sýningin, sum er í Havnar Bio, er almenn.

Franski leikstjórin Martin Provost, sum fyrr hevur lýst Séraphine Louis (1864-1942), viðger í hesum filmi kærleikssøguna millum málaran Pierre Bonnard (1867-1947) og aristokratin Marthe de Méligny (1869–1942), sum sat fyri, og trúføst hjálpti honum, tá hann málaði.

Hóast hon sæst í fleiri verkum, vóru tey ikki altíð samd í gerandisligu tilveruni, men hildu kortini saman. Myndaevnini og mátin hann viðger tey, hava elvt til at Pierre Bonnard varð nevndur ”peintre du bonheur”, ”intimiste bourgeois” ella ”dernier des impressionnistes”.

Eftir at vit fáa innlit í fyrstu árini, hevur leikstjórin valt trý ár, at lýsa samlívið teirra millum, 1914, 1918 og 1942. Høvuðsleiklutirnar í franska myndlistafilminum hava Cécile de France sum Marthe og Vincent Macaigne sum Pierre.

Filmsfelagið: 15/5 kl 20:00 Bonnard: Pierre & Marthe (Martin Provost Frakland 2024 122 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo