Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Freistin at bjóða uppá lendi til innandura spæliland er mánadagin 28. august 2023 klokkan 12. Freistin at bjóða uppá øki 4 omanfyri Argjahamar er 25. september 2023 klokkan 12.

Innandura spæliland við Stórtjørn í Hoyvík

Almenningurin í Tórshavnar kommunu hevur í nógv ár umbiðið eitt innandura spæliland. Kommunan hevur tí biðið privatu vinnuna lata inn uppskot uppá bygging av innandura spælilandi, ið skal staðsetast við Stórutjørn í Hoyvík.

Uppskot til innandura spæliland skulu latast inn á útboðsportalinum í seinasta lagi 28. august 2023 klokkan 12. Les meira um útboðið á síðu okkara um útboð.

Útboð í kommununi

Útboð av grundøki 4 omanfyri Argjahamar til bygging av vinnuhølum og íbúðum

Lendið, ið verður boðið út, er øki 4, ið er á leið 6.708 m2 til støddar. Yvirskipað fyri byggingina í øki 4 er at fáa eina bygging við í mesta lagi fýra hæddum, har vinnuligt virksemi skal gerast í niðaru hæddunum og íbúðum í erva.

Tilboð skulu latast inn á kommunala útboðsportalinum í seinasta lagi 25. september 2023 klokkan 12. Les meira um útboðið á síðu okkara um útboð.

Útboð í kommununi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo