Stættarstigin stendur "upp" og "niður" - øvund kann fara allar leiðir
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBlogg: Frelstir føroyingar velja Trump, russarar eru áhugaðir í Føroyum, klaksvíkingar kanna seg treyðugt fyri korona og vit vilja hava ópolitiska uppstilling til kommunuvalið. Annars stendur væl til í Føroyum.

Eftir einum tíma hava 200 fólk lisið fleiri enn 3000 síður í nýggja talgilda blaðum hjá Portalinum, Blaðið Vikuskifti, har lýsingar eru niðast á hvørjari síðu. Klokkan níggju hava 420 fólk lisið. Tað er fyrstu ferð at eg hava sæð hesar upplýsingar kunngjørdar, sum pressan annars hevur hildið inni við seg sjálva.

Alt nýtt journalistiskt er vælkomið, bara tað er vælskrivað, fangar eitt rák og tykist væl skipað. Tað ger Blaðið Vikuskiftið. Um tað er nóg mikið og fer at skapa ein nýggjan lýsingamarknað, kann bara tíðin vísa.

Skilligt er at fótbóltur er fremsta sølumál hjá allari føroysku pressuni. Avðjóðing er at fanga og halda fast í restini av lesarunum. Higartil sær tað gott út. Til lukku við tí!

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo