Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú verður frítíðartilboð til 3. flokk í Sankta Frans skúla sett á stovn í Gundadali. Býráðið hevur samtykt at seta frítíðartilboðið á stovn undir leiðslu av Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini, sum frammanundan hevur frítíðarskúla til 1. og 2. flokk í Sankta Frans skúla.

Avtala er gjørd við B36 um leigu av B36-húsinum til at húsa frítíðartilboðnum.

Higartil hava børnini í 3. flokki í Sankta Frans skúla havt frítíðartilboð í Margarinfabrikkini. Foreldur hava tó spurt eftir at fáa tilboðið skipað saman við frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini.

Tilboðið verður nú fyrireikað at byrja eftir summarfrítíðina.

Neyvari kunning um tilboðið og tilmelding kemur seinni frá stovnsleiðaranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo