Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fyrr í ár luttóku Froja & Sarah í MGP barnaprixnum í Danmark. Tær gjørdust nummar 3 við sanginum ”Hvor bliver du af”, ið tær sjálvar hava skrivað.

Nú er greitt, at Froja & Sarah verða við á Summar Festivalinum í august, tá ið tær fara at framføra fyri børnum og vaksnum.

Fríða er úr Klaksvík, men búsitandi í Danmark, og hon hevur gingið í barnagarði saman við Sarah. Tær eru vinkonur og framføra saman.

Síðani MGP hava Froja & Sarah havt nógvar framførslur kring Danmark, og tað hevur gingið sera væl. Eisini á netinum eru tær sea væl umtóktar. Tær hava til dømis 8.500 fylgjarar á Instagram, har tær javnan leggja nýtt tilfar úr. MGP-sangurin hjá teimum er spældur yvir 850.000 ferðir á YouTube.

Froja & Sarah hava verið í Medley Studio og spælt nýggjar sangir inn, og ein av hesum sangum er nú farin í umferð. Tí verður tað eisini nýtt tilfar, ið tær báðar fara at framføra á Summar Festivalinum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo