40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Frakland hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnið Evropameistaraheitið í kvinnuhondbólti.

Hetta er greitt, eftir at fronsku kvinnurnar í dag vunnu 24-21 á Russlandi í EM-finaluni, sum varð leikt á heimavøllinum í París.

Støðan í hálvleikinum var 13-12 til Frakland.

Fronsku kvinnurnar hava tríggjar ferðir áður vunnið bronsu í sambandi við EM-endaspøl, og í fjør vunnu tær so heimsmeistaraheitið, áðrenn tær í dag á fyrsta sinni vunnu EM-gull.

Mótstøðuliðið Russland mátti sostatt taka til takkar við silvur heiðursmerkjunum, eftir at tær í 2016 vunnu gull í OL.

Les meira um dystin í dag her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo