Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í døgunum 8. til 12. mai verður FSF vertur fyri stórari UEFA ráðstevnu - Mynd: Hans Erik Danielsen

Í døgunum 8. til 12. mai verður FSF vertur fyri stórari UEFA ráðstevnu - Mynd: Hans Erik Danielsen

Í døgunum 8. til 12. mai verður FSF vertur fyri stórari UEFA ráðstevnu - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Endamálið við ráðstevnuni er vitanardeiling, har dentur millum annað verður lagdur á, hvussu vit og onnur fótbóltssambond skipa okkara gerandisdag. So vit gleða okkum, og síggja fram til nakrar spennandi og mennandi dagar, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

Talan er um eina spennandi skrá, tá Fótbóltssamband Føroya í døgunum 8. til 12. mai verður vertur fyri stórari UEFA ráðstevnu. Skipað verður fyri fyrilestrum, framløgum og venjingum, og harafturat verður eisini vitjað í KÍ.

Og umframt at vera vertur, ynskir Fótbóltssamband Føroya eisini at geva teimum vitjandi, ið væntandi vera eini hálvt hundrað í tali, eina góða og minnisríka uppliving um føroyingar og Føroyar. Gestirnir koma úr Belgia, Bulgaria, Estlandi, Liktinstein, Norðurmakedónia, Portugal, Slovenia, Norðurírlandi og Spania.

– Vanliga eru eini 3-4 lond til hesar UEFA ráðstevnurnar. Men hesaferð fingu londini møguleikan at velja, og tað vísti seg, at fleiri vildu sleppa til Føroya. Tað fegnast vit sjálvandi um, so nú ræður um at geva teimum eina góða uppliving, har serligt ljós verður varpað á fótbóltin her hjá okkum, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo