Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kappingareftirlitið: Kappingarráðið tók tann 24. juli 2023 avgerð um, at P/f Telefonverkið hevur framt brot á §11, stk. 1 í kappingarlógini, tí samtakið brúkti prísklemmu(margin squeeze) móti felagnum Tosa í sambandi við tingingar um eina MVNO-avtalu.

Ein prísklemma í stríð við § 11, stk. 1 í kappingarlógini er t.d. tilstaðar, tá ein ráðandi fyritøka á einum heilsølumarknað setur sín heilsøluprís somikið høgt, at munurin millum heilsøluprís og smásøluprís verður somikið lítil, at kappingarneytar á smásølumarknaðinum kunna ikki kappast við ráðandi fyritøkuna innan smásølu, hóast at tær eru líka effektivar.

Fyri at staðfesta hvørt eina líka effektivur kappingarneyti kundi kappast við FT Samskifti, við tí heilsøluprísi sum Tosa fekk bjóða, hevur Kappingareftirlitið kannað um FT Samskifti hevði klára seg við teimum prísum, sum teir bjóðaðu umboðum fyri Tosa. Niðurstøðan av hesi kanning varð, at tað hevði FT Samskifti ikki megnað.

Kappingarráðið hevur somuleiðis tikið avgerð um, at geva P/f Telefonverkinum boð um, at almannakungera eitt tilboð um Full-MVNO avtalu og eitt tilboð um Brand Reseller avtalu. Tilboðini skulu góðkennast av Kappingareftirlitinum, áðrenn tey verða almannakunngjørd. Tilboðini vera í gildið í tvey ár.

Ætlanin við hesum boðum er at lætta um hjá fyritøkum, sum ynskja inn á marknaðin. Partvís við at skapa gjøgnumskygni og partvís við lækka gáttina inn á marknaðin við einum standard tilboðið um Brand Reseller avtalu.

Formaðurin í Kappingarráðnum sigur um avgerðina:

"Tá ein nýggj íverksetara fyritøka roynir at trína inn á marknaðin, er tað óheppið at ráðandi fyritøkan leggur forðingar fyri hesum.

Vónandi vil okkara avgerð og tey boð sum vit nú geva Føroya Tele hava við sær, at feløg sum hava í umbúna at trína inn á marknaðin, ikki setast aftur grundað á tað viðferð sum felagið Tosa fekk. Í øllum førum fara tey sum nú ætla at trína inn á marknaðin, at hava eitt betri útgangsstøði til at gera hetta.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo